Fótbóltur

Antonio Conte fingið sekkin

Tottenham spælir við fyribils venjaratoymi tað, ið eftir er av hesum kappingarárinum.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-03-27 07:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska Premier League felagið Tottenham Hotspurs leitar nú eftir einum nýggjum venjara.

Seint sunnukvøldið boðaði felagið frá, at tað hevur sagt upp sáttmálan við italska høvuðsvenjaran, Antonio Conte.

Hetta hendir eftir at Tottenham spældi 3-3 móti botnfelagnum Southampton farna vikuskiftið, og at Conte í hesum sambandi hevðist at sínum egnu leikarum.

- Vit eru ikki eitt lið. Vit eru 11 leikarar, sum fara á vøllin. Eg upplivi leikarar, sum einans hugsa um seg sjálvar og sum ikki eru sinnaðir at hjálpa hvørjum øðrum – ikki leggja hjartað í tað, segði Conte á tíðindafundi eftir dystin.

Hjálparvenjarin, Cristian Stellini, tekur yvir sum fyribils venjari tað, sum eftir er av kappingarárinum. Fyrrverandi leikarin, Ryan Mason, verður hjálparvenjari.

Tottenham liggur í løtuni á fjórða plássi í Premier League, og hetta skulu nýggju venjararnir nú royna at betra í teimum seinastu dystunum.

- Vit hava 10 Premier League-dystir eftir, og vit skulu stríðast fyri einum plássi í Champions League. Vit eru noyddir at taka okkum saman, sigur nevndarformaðurin hjá Tottenham, Daniel Levy, sambært heimasíðuni hjá felagnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder