Fótbóltur

Arminia Bielefeld og Jóan Símun taptu

Týska felagið hjá føroyinginum tapti móti Hamburger SV.

2018-08-28 07:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroyski landsliðsframherjin Jóan Símun Edmundsson og týska lið hansara Arminia Bielefeld taptu í gjár 3-0 á útivølli móti Hamburger SV.

Hamburger SV, sum seinasta kappingarár spældi í bestu týsku deildini, vóru ov sterkir fyri Arminia Bielefeld og vunnu 3-0. Lews Holtby legði heimaliðið á odda tá 9 minuttir vóru spældir, áðrenn Pierre Michel Lasogga staðfesti sigurin tá hann skoraði eftir 75 minuttir og eftir 88 minuttir.

Jóan Símun spældi allan dysti.

Arminia Bielefeld liggur á 12. plássi við fýra stigum eftir trimum dystum. Móstøðuliðið Hamburger SV liggur á triðja plássið við seks stigum eftir trimum dystum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder