Víkingur var á odda 2-1 undan seinna dystinum móti Linfield, men norðurírska liðið vísti nakað av góðsku í kvøld, meðan víkingarnir ikki vóru nóg hvassir - í øllum førum ikki við brotsteigarnar.
Hetta helt Arnbjørn Svensson, sum Rúni á Reynatrøð tosaði við eftir 2-0 tapið í Beldfast.
Tosað varð eisini við Gert Hansen, sum í kvøld stóð á odda hjá Víkingi
Miðverjin var annars nøgdir við fleiri ting, og til seinast í samrøðuni rósti Arnbjørn miðverjumakkaranum Atla Gregersen, sum nú gevst.
- Hann er ein, sum man altíð hevur fingið lena seg upp at.
Hoyr samørðuna omanfyri
![]()
Sí fleiri myndir úr Belfast her
Conference League 3. umfar, seinni dysturin
Hósdagin 14. august
Linfield (NÍR) - Víkingur 2-0 (2-0) 3-2 samanlagt
22' Kieran Offord 1-0
39' Sjálvmál (Ari Olsen) 2-0
Sí eisini: Bæði føroysku feløgini fullu í 3. umfari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald