
Árni Frederiksberg spældi í kvøld sín fyrsta landsdyst á Tórsvølli í nærum seks ár.
Tað eydnaðist honum og liðfeløgunum at koppa Gibraltar - eftir tógvið stríð.
Høgri vongurin skoraði, eins og móti Molde í Champions League á sinni, flott mál beint við FSF-hølini.
Talan var um eitt "Árnaspark" og fyrsta landsliðsmáli hjá 32-ára gamla vonginum úr Saltangará.
Sì samrøðuna við Árna Frederiksberg ovast
Sí eisini: Árni við fyrsta landsliðsmálinum - Patrik við fyrsta kappingarmálinum
HM-undankappingin, 3. umfar
Tòrsvøllur, 9. juni
Føroyar - Gibraltar 2-1 (0-1)
23' James Scanlon 0-1
71' Árni Frederiksberg 1-1
86' Patrik Johannesen (Jóannes Kalsø Danielsen) 2-1
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson og Viljormur Davidsen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson (L), Brandur Hendriksson, Adrian Justinussen - Páll Klettskarð
Hesir komu inn í 2. hálvleiki:
65' Daniel Johansen, Hanus Sørensen og Patrik Johannesen
74' Jóan Símun Edmundsson
89' Jákup Biskopstø Andreasen
Les meira um dystin her: - Føroyar vendu tí seinastu minuttirnar á Tórsvølli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald