Fótbóltur

Aron Benjaminsen á fyrsta sinni í besta Hearts-hópinum

Ungi føroyingurin er við á Fir Park í dag. Motherwell - Hearts byrjar klokkan 14, og Aron Benjaminsen byrjar á bonkinum.

18-ára gamli vongurin, sum í síðsta mánaða spældi fyrsta A-landsdystin, kann í dag fáa fyrstu minuttirnar í bestu skotsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

18-ára gamli vongurin, sum í síðsta mánaða spældi fyrsta A-landsdystin, kann í dag fáa fyrstu minuttirnar í bestu skotsku deildini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-25 12:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Subs: 

Benjaminsen

Hetta sæst á listanum á almennu síðunum hjá Heart of Midlothian yvir byrjanaruppstilling og hóp til dystin móti Motherwell.

[object Object]

Hann verður spældur á Fir Park klokkan 14.00, og ungi føroyingurin kann koma inn á fyrsta sinni í skotsku Premier League.

Hearts keypti strandingin frá Víkingi fyrst í september. Síðani hevur Aron Benjaminsen avgjørt ein U21-landsdyst, spælt á A-landsliðnum á fyrsta sinni og víst seg væl fram í dysti fyri eyka/ungdómsliði hjá Hearts.

Fyrstu málini hjá Aroni í skotskum fótbólti: Stong inn og beinleiðis fríspark

Í løtuni hevur Hearts nógvar skaðar, og Aron Benjaminsen er í dystarhópi hjá liðnum á 3. plássi í fremstu skotsku deildini.

Motherwell liggur í botninum. Liðið sendi HB úr Conference League í summar við samanlagdum 5-0 sigri. 

Til ber at fylgja dystinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder