Fýra dystir í FM-kappingini fyri lið í brigde verða leiktir hetta vikuskiftið.
Undan fyrstu dystunum leygardagin var støðan tann, at liðið hjá Símuni Lassaberg lá á odda við 67,23 stigum, meðan liðið Rinkuhúsini høvdu 60,73 stig og Byggitilfar lá á triðja plássi við 58,92 stigum.
Eftir at tveir dystir vórðu spældir í gjár, liggur liðið hjá Símuni Lassaberg framvegis á odda við 101,01 stigum, skrivar Føroya Bridgesamband.
Tó er munurin millum oddaliðið og Rinkuhúsini tódnaður niður í nærum einki – einans 0,90 stig eru á muni millum liðini. Á triðja plássi liggur liðið Byggitilfar við 93,67 stigum.
Tað eru í alt átta lið, sum dystast um føroyameistaraheitið, og kappingin endar í apríl 2027. Íalt verða 14 dystir leiktir, og tað eru átta dystir eftir at spæla.
Meiri kann lesast um úrslitini inni á heimasíðuni hjá Bridgesambandinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald