Fótbóltur

Arsenal, Chelsea og Manchester United fingu hvør sín miðvallara

Chelsea setti bretskt met, beint áðrenn vindeygað lat aftur, við at keypa Enzo Fernandez fyri yvir 100 milliónir pund. Jorginho varð seldur til oddaliðið Arsenal - United leigaði úr Bayern eftir skaðan hjá Eriksen.

Enzo Fernandez, longst til vinstru, eftir at HM-gullið og heiðurin sum besti ungi spælari í kappingini eru komin í hús (Mynd: EPA)

Enzo Fernandez, longst til vinstru, eftir at HM-gullið og heiðurin sum besti ungi spælari í kappingini eru komin í hús (Mynd: EPA)

2023-02-01 08:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Flytingarvindeygað í Onglandi og í fleiri øðrum londum lat aftur á midnátt. Fleiri flytingar vórðu gjørdar á seinasta degnum, og helst tær mest áhugaverdu í Premier League snúðu seg um miðvallarar.

Arsenal hevur seinastu dagarnar roynt at fingið fatur á Moises Caicedo, men Brighton segði nei til stóru boðini fyri 21-ára gamla miðvallaran úr Ekvador, sum hevur gjørt vart við seg í Premier League seinasta árið.

Ístaðin fór oddaliðið eftir royndum italskum spælara frá London-grannum. Jorginho varð keyptur fyri bert tólv milliónir pund. 31-ára gamli klóki miðvallarin vann í 2021 Champions League við Chelsea og EM við Italia, og var hann stutt seinni kosin at vera besti spælari í Evropa og endaði eisini nummar trý í Balon d'Or tann veturin. Hann kom til enskan fótbólt í 2018, og Mikel Arteta hevur leingi verið eftir júst Jorginho.

[object Object]
Nýggi Arsenal-spælarin heilsar uppá Bukayo Saka, eftir at sáttmáli og annað er komið uppá pláss

[object Object]
Her skorar hann fyri Chelsea á tí, sum nú er hansara heimavøllur

Peningamappan hjá Chelsea hevur aftur verið nógv nýtt hendan mánaðin, og fyri stuttum gjørdist Mykhalo Mudryk ein av dýrastu Premier League-spælarunum nakrantíð, tá Chelsea "snýtti" Arsenal og keypti hann úr Shakhtar. Nú hevur Todd Boehly keypt uppaftur dýrari. 

London-felagið hevur verið eftir Enzo Fernandez, síðani argentinski miðvallarin varð kosin besti ungi spælari í HM-endaspælinum. Benfica kravdi, sambært Chelsea, ov nógv fyri heimsmeistaran, og áhugin tyktiskt at vera kølnaður. Men í gjár smekkaði Chelsea umleið 106 milliónir pund - næstan 900 milliónir krónur - á borðið.

Læknakanningin kom uppá pláss í Portugal, pappírini komu inn akkurat til tíðina, og so kundi staðfestast, at Enzo Fernandez, ið fyri stuttum fylti 22 ár, er dýrasti spælari hjá einum bretskum felagið nakrantíð. Grealish-metið er tikið, og talan er um ein sáttmála, sum er galdandi til 2031 - í átta og eitt hálvt ár. Hetta helst millum annað fyri at snúgva sær undan "Financiel Fair Play"

[object Object]
Sabitzer í landsdysti fyri Eysturríki í Parkini (Mynd: EPA)

Chelsea var - sum vera man - eisini nevnt í samband við Marcel Sabitzer. 28-ára gamli eysturríski miðvallarin hevur ikki verið heilt fastur hjá Bayern München í ár men hevur leingi verið ein profilur í Bundesliguni og á landsliði sínum. 

Manchester United hevur havt eyguni eftir honum síðani síðsta summar, og nú tað gjørdist greitt, at Christian Eriksen verður úti í umleið tríggjar mánaðir, gjørdi United skjótt av og fekk Sabitzer til Onglands. Talan er um leigusáttmála; alt bendir á, at spælarin vendir aftur til München eftir kappingarárið, men hann kann næstu mánaðirnar gera mun hjá United, sum stríðist í fýra ymiskum kappingum.

Tottenham tryggjaði sær tíðliga í gjár endaliga 23-ára gamla spaniólan Pedro Porro úr Sporting Lissabon. Hann er keyptur inn sum høgri vongbakkur. Manchester City slapp sær óvæntað av við Joao Cancelo, sum ger øvuðugt av, hvat Marcel Sabitzer ger: Úr Manchester til München. Hann og Guardiola sótu ikki væl um sátt til endans, og Bayern hevur leigað hann við keypsmøguleika.

Av øðrum flytingum kann nevnast Kaylor Navas til Nottingham Forest: Liðið við tveimum steypum í Evropa Cup fyri meistaralið hava tryggjað sær roynda málverjan úr PSG - hann vann Champions League tríggjar ferðri sum fyrstimálverji hjá Real Madrid.

Sky Sports hevur fult yvirlit yvir, hvat hendi á seinasta degnum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder