Fótbóltur

Arsenal vann tepurt í Wales

Tað komu fimm mál í undirhaldandi dystinum í sólskininum í Cardiff.

Alexandre Lacazette tryggjaði Arsenal øll trý stigini í Wales í dag
(Mynd: EPA)

Alexandre Lacazette tryggjaði Arsenal øll trý stigini í Wales í dag (Mynd: EPA)

2018-09-02 15:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Unai Emery og hansara menn eru á veg aftur til London við trimum stigum í viðførinum.

Uppflytararnir tóku ímóti í Wales í dag. Arsenal legði seg tíðliga á odda, men heimaliðið javnaði beint fyri hálvleik. Arsenal hevði yvirvágina, og tók leiðsluna aftur beint eftir tíman. Men Cardiff stríddist væl, og javnaði í samband við ein deyðbólt, tá tjúgu minuttir vóru eftir.

Tað kundi tí líkst einum skuffandi stigamissi hjá Arsenal, men innskifti Alexandre Lacazette avgjørdi dysin tíggju minuttir fyri tíð við einum frálíkum málið. Heimaliðið royndi at svara aftur og leggja trýst á, men tað gjørdist talan um annan sigurin á rað hjá Arsenal.

Cardiff - Arsenal 2-3(1-1)

0-1 Shkodran Mustafi
1-1 Victor Camarasa
1-2 Pierre-Emerick Aubameyang
2-2 Danny Ward
2-3 Alexandre Lacazette


Um eina løtu(kl.16.00) skal Manchester United royna at reisa seg í Burnley, og Tottenham og Watford, ið bæði eru ósigraði bresta saman

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder