Grønlendska hondbóltssambandið hevur fyri stuttum vent sær til Føroya fyri at finna dómarahjálp til týðandi dystir.
Liðini har savnast til meistarakappingini í vikuni, sum byrjar 30. mars. Spælt verður í eina viku. Av tí at tað er so torført at ferðast millum búplássini í stóra landinum, verða kappingarnar hjá bæði kvinnum og monnum í roynd og veru avgreidd í somu viku í Nuuk.
Sum skilst hevur Ingi Olsen, ið áður hevur búð, starvast og verið landsliðsvenjari í Grønlandi, verið kontaktpersónur.
Vestmenningurin er framvegis knýttur at hondbóltssambandinum í Grønlandi sum hjálparvenjari hjá manslandsliðnum og hjá U20-monnum.
![]()
Ingi Olsen, her í uppgávu fyri Grønland í Føroyum. Dagliga er hann venjari í VÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Og nú skulu fleiri føroyingar fremja uppgávur í Grønlandi. Tað er endað við, at Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen og Jógvan Skeel Nolsøe skulu til Grønlands at døma til stóru meistarastevuna síðst í mars og fyrst í apríll
Hetta hava Portalurin og FM1 fingið váttað.
Harvið fáa menninir, sum seinastu árini hava verið ársins dómarar í Føroyum, eina øðrvísi og spennandi avbjóðing í vár- beint fyri endaspælsdystirnar í føroysku landskappingini.
Vit hoyra frá teimum báðum dómarunum seinni í dag
Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul S. Thomsen dømdu grannauppgerðina millum Kyndil og Neistan á Hálsi í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Dømingin í Grønlandi er eisini partur av einum tættari samstarvið millum hondbóltssambondini Ísland, Føroyar og Grønland - eitt samstarv sum formliga kom í lag í fjør sum partur av meira víðfevndari avtalu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald