- Tað er altíð deiligt at koma heim - og kanska serliga at vera í Hoyvík.
Hetta var tað fyrsta, sum Jana Mittún staðfesti, tá Portalurin setti henni stevnu í sambandi við landsliðsvenjingina sunnukvøldið.
Myndir: Alt peikar móti Portugal nú
Venjingin í Hoyvíkshøllini var tann fyrsta í sambandi við EM-undankappingardystirnar móti Portugal - mikukvøldið 4. mars klokkan 19 við Tjarnir og sunnudagin klokkan 17.
22-ára gamla hoyvíkskvinnan setti til seinast orð á hesar uppgávurnar og tað at spæla landsdyst í Føroyum, men áðrenn tosaðu vit um farna HM-endaspælið, málini hjá landsliðnum og tað at verða Ársins Ítróttanavn í Føroyum fyri 2025 og
Sí samrøðu við Janu Mittún ovast og les meira niðanfyri
Um at spæla í Viborg og at hava longt sáttmála har
- Eg trívist øðiliga væl í Viborg, spæli við dugnaligum spælarum og haldi at tað er tað rætta staðið fyri meg nú.
![]()
Um málið at vera til endaspæl hvørt ár og standa seg betri og betri
- Tað er hugnaligt at brúka desember mánaða saman við hesum gentunum. Vit eru motiveraðar til meira og meira...vit vilja halda fram at spæla okkum til endaspøl og standa okkum uppaftur betri har. Vit eru sjálvandi glaðar fyri tað, vit gjørdu til HM, men har eru eisini ting, sum vit kunnu gera betri. Tað er eisini tað, sum flytir okkum, og vit sóu hvat bar til í Týsklandi.
At líta aftur til HM-endaspælið og at hittast aftur
HM er lagt á hillina eina løtu, men nú vit síggjast aftur, merkir man øðiliga væl, at allar eru spentar at spæla landsdyst aftur. Trúgvi at vit allar hava sæð hatta klippið móti Spania rættiliga ofta, og um man manglar motivatión til onkran dyst, so kann tað hjálpa at síggja tað.
![]()
Um at gerast Ársins Ítróttanavn 2025
- Sjálvandi er tað stórt at fáa ein slíkan heiður, og eg eri øðiliga stolt og glað. Men nú eri eg jú partur av einum liði, og tað er tað hondbóltur er: Ein liðítróttur. Og eg haldi jú, at liðið hjá mær líka kundi fingið hendn heiðurin. Tað vit saman hava megnað á serliga landsliðnum er øðiliga stórt, og tað er so nógv annað, sum spælir inn enn hvussu eg havi avrikað.
Um Portugal og at spæla við Tjarnir aftur
- Eg gleði meg nógv at spæla við Tjarnir aftur. Tað er altíð ein fragd at spæla har. Vit vóna eisini eina fullsetta høll ella ella í øllum førum útvið tað. Allar eru svangar eftir meira, og nú snýr tað seg fyrst og fremst um at koma víðari úr hesari undankappingini. Tað hevði verið deiligt at ikki spælt um at gerast besti trý'ari, men kanska at koma tryggari til EM hesaferð. Men vit taka ein dyst at gangin.
Hoyr samrøðuna við Janu Mittún ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald