Fótbóltur

Ársins Ítróttanavn við í nógvum í evopeiskum útisigri hjá Viborg

Viborg vann lykladystinum í Rumenia við seks málum og er við hesum nærum víðari í European League. Jana Mittún er framvegis vælspælandi.

Jana Mittún var beinleiðis við í eini tíggju málum hjá Viborg í týðandi útisigrinum (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún var beinleiðis við í eini tíggju málum hjá Viborg í týðandi útisigrinum (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-08 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á Ítróttafagnaðinum leygarkvøldið varð Jana Mittún kunngjørd sum ÍtróttaNAVNIÐ fyri 2025 - ársins ítróttfólk sambært dómsnevnd.

Føroyski landsliðsprofilurin eigur eisini stóran leiklut í spælinum hjá Viborg, og vegna evropeiska uppgávu fekk 22-ára gamla hoyvíkskvinnan ikki verið í Varpinum í gjárkvøldið.

[object Object]
Mamma Janu Mittún, Ann Ellefsen, tók ímóti heiðrinum vegna dóttrina (Mynd: Sverri Egholm)

Yvirlit: Hesi vunnu heiðrarnar í Varpinum

Talan var um týðandi dyst í stríðnum um at koma víðari. Og hóast Corona Brasov byrjaði betri, so var Viborg omaná og vann tvey týðandi stig.

Í steðginum var støðan 17-17, men í seinna hálvleiki fór útiliðið frá. Tá skoraði Viborg eisini 17 mál, meðan verjan stóð væl. Tað endaði 34-28

Jana Mittún hevði nakrar góðar vejustøður fyri steðgin, men sum vant var tað serliga í álopinum, at nummar 77 gjørdi bart.

Jana vann nógvar nærdystir, legði upp til flest mál hjá Viborg (skrásett fýra) og vann fleiri brotskøst. Ofta byjaði føroyski profilurin trýstið ella setti tingini væl upp.

Viborg er á 2. plássi, sum gevur víðari luttøku í European League. Tvey lið koma víðari - trý stig eru niður til Brasov, og bert tvey umfør eru eftir. Jana Mittún og Viborg kunnu tryggja plássið við sigri í Póllandi um eina viku.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder