Hondbóltur

Ársins venjarar í føroyskum ítrótti hittast í mansfinaluni

Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava verið í søguligum landsliðsvenjaratoymi og vóru í sending á FM1 í gjár: - Hetta er nakað serligt. Kyndil og H71 spæla klokkan 20, og til ber at fylgja við á FM1 og á Portalinum.

Á sumri í fjør vunnu teir HM-bronsu saman í Katowice - stutt eftir inntensar FM-finalur millum lið teirra. Hetta vikuskifti standa teir aftur yvirav hvørjum øðrum við einum steypi uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

Á sumri í fjør vunnu teir HM-bronsu saman í Katowice - stutt eftir inntensar FM-finalur millum lið teirra. Hetta vikuskifti standa teir aftur yvirav hvørjum øðrum við einum steypi uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

2026-02-21 13:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum venjaratoymið hava teir staðið á odda, tá ungdómslandslið hava bast londum sum Íslandi, Týsklandi, Slovenia, Svøríki og Fraklandi - tey bæði síðstnevndu tvær ferðir hvør.

Ævintýrið við 04- og 05-árgangunum endaði við søguligum bronsuheiðursmerki í juni í fjør.

Síðani hava teir ikki beinleiðis arbeitt saman, men sambandið millum Djóna Gaard Joensen og Hjalta Mohr Jacobsen er serstakt, og til ítróttafagnaðin herfyri vunnu teir heiðurin sum ársins ítróttavenjarar 2025.

Hoyr samrøðuna við Djóna Gaard Joensen og Hjalta Mohr Jacobsen, sum Portalurin gjørdi í Póllandi, beint eftir HM-bronsuna her: 

Tætta U21-venjarapartið: - Tað villasta og tann perfekti endin

[object Object]
[object Object]
Heiðraðir fyri HM-bragdið - tvær vikur seinni skulu teir standa yvirav hvørjum øðrum við síðulinjuna til steypafinalu við Tjarnir (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Ársins venjarar: - Eg skal heim í song - Hjalti skal halda 40-ára føðingardag

Báðir hava vunnið FM og steypakappingina sum spælarar í ávikavist H71 og Kyndli. Í fjør stóðu teir sum venjarar yvirfyri hvørjum øðrum í dramatiskari FM-finalurøð.

Har vann liðið hjá Hjalta 3-2 í dystum. Harvið hava Djóni og H71 okkurt at løna aftur við Tjarnir í kvøld.

Les eisini: Kyndilskvinnur og hoyvíkingar skulu royna at endurvinna

[object Object]
Hjalti Mohr Jacobsen (nummar 10) roynir her at verja fyri Peter Krogh í 2020 - seinast Kyndil var í steypafinaluni hjá monnum. Nú skal hann sum venjari royna at vinna á Krogh og teimum (Mnynd: Jens Kr. Vang)

Steypafinalan hjá monnum 2026 byrjar klokkan 20 í kvøld

Áðrenn H71 og Kyndil, og venjararnir, bresta saman við Tjarnir, vitjaðu Djóni Gaard Joensen og Hjalti Mohr Jacobsen útvarpsstovuna hjá FM1. Har settu teir orð á sambandi og, á heldur varnan hátt, hvat kann væntast av finalunum. 

Lurta eftir upptakssendingini her- umboð frá kvinnuliðunum hjá Kyndli og VÍF vóru eisini við

Sí eisini: Video: - Steypafinalan orsøkin til at leggi so nógv í hetta

FM1 og Portalurin við Tjarnir: Soleiðis ber til at fylgja við spennandi steypakvøldinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder