placeholder
Fótbóltur

Atgongumerkjasølan latin upp

Nú ber til at ogna sær atgongumerki til U21-landsdystirnar móti Ukraina og Serbia, sum vera ávikavist 1. og 7. juni.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2022-05-16 13:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 1. juni klokkan 18fer føroyska U21-landsliðið á vøllin aftur, tá ukrainar koma á vitjan á Tórsvølli, og eina lítla viku seinni, týsdagin 7. juni klokkan 16.15, er heimadysturin móti Serbia á skránni.  Dysturin millum Føroyar og Serbia verður spældur við Djúpumýru í Klaksvík.

Tá liðini hittust í fjør, vunnu ukrainar 1-0 á heimavølli, meðan dysturin millum Serbia og Føroyar endaði við málleysum javnleiki.

Atgongumerkjasølan til nevndu dystir er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Støðan í bólkinum er tann, at Frakland er fremst við 19 stigum fyri sjey dystir. Ukraina er nummar tvey við 13 stigum eftir seks dystir, og á 3. og 4. plássi koma Serbia og Føroyar við ávikavist 11 og níggju stigum fyri átta dystir. Norðurmakedónia hevur seks stig, og hevur eisini spælt átta dystir, meðan Armenia er aftast við trimum stigum fyri sjey dystir, skrivar Fótbóltssambandið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder