Fótbóltur

Atgongumerkjasølan til steypafinaluna er byrjað

B36 og NSÍ spæla um Løgmanssteypið leygardagin 4. desember á Tórsvølli, har fyrsta bríkslið verður 16, og har leikvøllurin er býttur í tríggjar ymiskar bólkar. Til ber at keypa atgongumerki á Nethandlinum hjá FSF - øll yvir tólv ár skulu vísa koronupass.

B36-fjepparar á Tórsvølli í gjárkvøldið. (Mynd: Sverri Egholm)

B36-fjepparar á Tórsvølli í gjárkvøldið. (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-30 18:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 4. desember klokkan 16:00 verður finalan um Løgmanssteypið 2021 bríkslað í gongd á Tórsvølli. Liðini í finaluni í ár eru NSÍ og B36, sum spældu seg í hana við sigrinum í gjárkvøldið.

Les eisini: Løgmanssteypið og evropeiskt pláss verður uppá spæl á Tórsvølli

Atgongumerkjasølan til dystin er byrjað í Nethandlinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Sum vanligt til steypafinalur hevur FSF býtt Tórsvøll í trý øki, hvat áskoðarum viðvíkur: 

Bólkur 101-104: NSÍ
Bólkur 105-108: B36
Bólkur 109-113: Aðrir áskoðarar

Harvið skulu áskoðarar keypa atgongumerki eftir hesum, og allir skulu vísa gyldugt koronapass við inngongdina til finaluna um Løgmanssteypið og vísa onnur atlit í mun til Covid-19. Meira um hetta kann lesast á fsf.fo.

[object Object]
Tey, ið hildu við heimaliðnum, kundu í gjárkvøldið fegnast við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder