Hondbóltur

Ætla at endurvinna greipuna

Í Vestmanna vita tey, at tey eru favorittar at endurvinna føroyameistaraheitið.

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-15 15:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hsf.fo: Hjá kvinnunum er VÍF favorittur at endurvinna føroyameistaraheitið.

Tað vita tey eisini í Vestmanna, og greipuvinnararnir renna heldur ikki undan favorittleiklutinum.

– Hópurin sær góður út. Kjarnan er so at kalla tann sama sum í fjør, so málið er at vinna báðar finalurnar. Tað sigur Agnas Olsen, liðskipari hjá VÍF.

Størsti missurin hjá VÍF er uttan iva Marianna Holm Jacobsen, sum mátti takka fyri seg í endaspælinum í fjør eftir enn ein knæskaða. Líkt er til, at hon fer ikki at spæla hondbólt aftur. Ársins málverji, Kristina Griksaite er eisini givin. Vivian Petersen, sum farna kappingarár royndi seg í íslendsku deildini, skal nú verja málið ístaðin. Afturat hópinum eru eisini komnar Halla Skylv Midjord og Daniella Joensen.

– Vit hava vant miðvíst alt summarið og eru til reiðar til eitt nýtt kappingarár. Eg eri ikki reiðiliga greið yvir, hvussu hini liðini eru fyri, men at vænti mær truplar dystir móti serliga Kyndli og Neistanum, sigur Agnas Olsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder