Fótbóltur

Átta lið spæla venjingardyst í morgin

Tórsvøllur verður nýttur til HB - KÍ (kl. 11) og B36 - Víking (kl. 13). Á Svangaskarði spæla B68 og EB/Streymur klokkan 15, og AB og ÍF lána vøllin í annaðkvøld.

B36 og Víkingur skulu fyri aðru ferð í mánaðinum spæla - hesaferð á Tórsvølli í venjingardysti (Savnsmynd - Sverri Egholm)

B36 og Víkingur skulu fyri aðru ferð í mánaðinum spæla - hesaferð á Tórsvølli í venjingardysti (Savnsmynd - Sverri Egholm)

2023-03-17 17:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóst avgerð er tikin um at útseta allar kappingardystir í vaksnamannafótbóltinum í vikuskiftinum, so er møguleiki at spæla á onkrum leikvallum í morgin, og átta av teimum tíggju liðunum í Betrideildini hjá monnum fara at spæla venjingardyst. Tveir leikvallir verða nýttir.

Á Tórsvølli ber til at síggja topp-fýra liðini frá í fjør. Fyrst er tað HB móti KÍ. Bæði koma helst í minsta lagi at vera væl við í oddastríðnum. Venjingardysturin millum arvafíggindarnar verður helst áhugaverdur, og byrjar hann klokkan 11.

[object Object]
HB og KÍ hava avrátt at spæla tíðliga í morgin (Mynd: Sverri Egholm)


[object Object]
Veðrið verður betri enn síðst B36 og Víkingur hittust - tað var fyri tólv døgum síðani, tá Betrideildarliðini seinast spældu (Mynd: Sverri Egholm)

Beint eftir at tann dysturin er av, fara B36 og Víkingur á vøllin. Tey hittust í 1. umfari í Sarpugerði, har B36 vann 3-0. Víkingur skuldi spæla á útivølli móti HB í nú útsetta umfarinum. Valerijs Sabala verður helst at síggja fyri fyrstu ferð í B36-búnanum.

KÍ skuldi spæla á Toftum, men nú verður tað ístaðin EB/Streymur, ið vitjar hjá B68. Liðið hjá Sigfríði Clementsen hevði annars B36 sum uppgávu í útsetta umfarinum. Talan er um liðini, sum endaði nummar fimm og seks í fjør, og hóast hetta er ein venjingardystur, so kann uppgerðin á vælruddaða vøllinum á Svangaskarði geva nakrar ábendingar.

Tað kann ÍF - AB eisini. Hvørki hevur heimavøll, tí spælt verður á Svangaskarði. B68 hevur játtað at lána teimum vøllin til ein tiltrongdan venjingardyst. Tað hevur verið óguvliga torført at vant á Argjum og í Fuglafirði í seinastuni - serliga í Fløtugerði har tað hevur verið ómøguligt at spæla bólt.

Tað er ein ávis ónøgd og nakað av undran í summum feløgunum, um at umfarið varð útsett, og at boðini komu heldur seint. Tó eru feløgini í ymiskum støðum, hvat venjingarumstøðum viðvíkur. Vit hava eina grein við viðmerkingum frá Róin Schrøter, formanni í Kappingarnevnini hjá FSF seinni.

Vernjingardystir við liðum í Betrideildini hjá monnum í morgin
Leygardagin 18.03, Tórsvøllur

11.00: HB - KÍ
13.00: B36 - Víkingur

Svangaskarður
15.00: B68 - EB/Streymur
18.15: AB -ÍF

Rættað og dagført: 18.18

07 Vestur hevur valt at raðfesta venjingar á grønum vølli. Upplýsingarnar um dystarásetingar og annað í greinini hevur Portalurin fingið frá feløgunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder