Annað

Ávara móti útgerð, ið simulerar hæddarvenjing

27 ára gamal norskur skíðskjútti doyði í Italia tollaksmessudag, har hann var í venjingarlegu.

Sivert Guttorm Bakken avmyndaður í sambandi við kapping í Östersund í Svøríki fyrr í mánaðinum (Mynd: EPA)

Sivert Guttorm Bakken avmyndaður í sambandi við kapping í Östersund í Svøríki fyrr í mánaðinum (Mynd: EPA)

2025-12-26 15:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski úrvalsítróttafelagsskapurin, Olympiatoppen, ræður nú fyribils frá at brúka útgerð, ið skal látast sum um talan er um hæddarvenjing. Hesi boð kome eftir at norski skíðskjúttin, Sivert Guttorm Bakken doyði tollaksmessudag. Tað skrivar NRK.

27 ára gamli norski skíðskjúttin varð funnin deyður á einum hotelli í Val di Fiemme skíðøkinum í Italia týsdagin, har hann búði í sambandi við venjing.

Bakken brúkti eitt nú eina sokallaða hæddarmasku, sum minkar um iltmongdina til andarlagið fyri at eftirlíkna venjing í hægri hæddum.

Enn er ikki greitt, um henda útgerð er orsøk til, at hann doyði.

Olympiatoppen leggur dent á, at tilmæli er galdandi til øll viðurskifti eru kannað, og at tað liggur eitt endaligt líkskoðanarúrslit.

Sivert Bakken verður kannaður nú millum jól og nýggjár, og eitt úrslit av kanningunum væntast liggja einaferð í komandi viku. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder