Fótbóltur

B1-venjaraskeið verður 21. og 22. januar

Hetta er fyrsta stigið á venjaraútbúgvinini hjá Fótbóltssambandinum. Endamálið við skeiðnum er at geva venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum innleiðandi kunnleika um barna- og ungdómsvenjing.

B1-venjaraskeiðið er 15 tímar tilsamans, og er sett saman av trimum modulum – Leikarin, Venjarin og Venjingin. Hvørt modul er 5 tímar (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

B1-venjaraskeiðið er 15 tímar tilsamans, og er sett saman av trimum modulum – Leikarin, Venjarin og Venjingin. Hvørt modul er 5 tímar (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2022-01-12 08:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltssamband Føroya skipar regluliga fyri venjaraskeiðum, og tað mest grundleggjandi er B1.

B1 2022 verður á skránni fríggjadagin 21. og leygardagin 22. januar í Havn:

-   Luttakararnir á B1-venjaraskeiðnum fáa vitan um, hvussu børn mennast, og hvussu hetta kann síggjast aftur í fótbóltsvenjing. Leikluturin hjá venjaranum verður eyðmerktur, og luttakararnir fáa eisini innlit í, hvussu venjarin kann standa fyri venjingum, og hvussu venjingar kunnu skipast í samstarvi við aldur og førleikar hjá spælarunum.

Luttakararnir á B1 fáa harafturat førleikar at skipa barna- og ungdómsvenjingar, og læra at standa við venjaraábyrgd, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðu sínari. 

B1-venjaraskeiðið er 15 tímar tilsamans, og er sett saman av trimum modulum – Leikarin, Venjarin og Venjingin. Hvørt modul er 5 tímar.

– Leikarin: Menningarstig og aldursrelaterað venjing
– Venjarin: Leikluturin hjá venjaranum í fyriskipan og venjing
– Venjing: Grundleggjandi tættir í venjing av børnum og ungum

- Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum. Tey, sum hava tikið B1-venjaraskeið og eru 18 ár ella eldri, hava rætt til at søkja um luttøku á B2-venjaraskeiðnum, umframt á skeiðnum “Venjaraleiðin”, ið er fyri kvinnur.

Áhugaði kunnu sjálvi melda til, ella venda sær til egið felag, sum síðani avgreiðir tilmeldingina, ið fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Luttakararnir á B1 skulu vera 15 ár ella eldri.

Øll skráin fyri venjaraskeið, sum FSF skipar fyri í 2022, sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder