Annað

HS Open: Fleiri kláraðu kravtíðirnar

Um vikuskiftið varð skipað fyri fyrstu kappingini, har svimjarar høvdu møguleika at svimja seg til tær ymsu kravtíðirnar til m.a. oyggleikirnar komandi summar.

(Savnsmynd: Aleksandar Djorovic)

(Savnsmynd: Aleksandar Djorovic)

2026-10-05 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið varð skipað fyri HS Open í svimjihøllini í Gundadali í Havn.

Talan er um eina kapping, har svimjarar hava møguleika at svimja seg til tær ymsu kravtíðirnar til oyggleikirnar komandi summar, men eisini kravtíðirnar til eitt nú NJM/NM og HM, sum verður seinni í ár.

Hetta er tann fyrsta kappingin av fleiri, har svimjarar kunnu klára kravtíðirnar. Kravtíðarskeiðið fyri oyggjaleikakrøvini er fram til 25. apríl, meðan NM/NJM og HM er fram til Ægir Open, sum verður í Klaksvík 1. november 2026.

Og tað eru longu fleiri sum nú hava klárað fleiri kravtiðir, og nógv hava svomið bestu tíðir, skrivar Svimjisamband Føroya.

Tey, sum kláraðu kravtíðirnar, eru:

Oyggjaleikir
Fríggjakvøldið svam Bartal Eidesgaard úr HS seg til A kravtíðina til oyggjaleikir í 50 m bringu við tíðini 28.55 og leygarkvøldið svam hann seg eisini til A kravtíðina í 50 m frí við tíðini 22.72

Elisabeth Erlendsdóttir úr HS svam seg til B kravtíðina til oyggjaleikir í 50 m firvald við tíðini 28.64, sum samstundis var persónligt met og til B kravtíðina í 50 m frí við tíðini 27.12.

Leygarkvøldið svam Fróði Hansen úr Ægir seg til B kravið til oyggjaleikirnar í 100 m bringu við tíðini 1.05.26

Johanna Ólavsdóttir svam 100 firvald við tíðini 1.04.58, sum eisini rakk til B kravið til oyggjaleikirnar.

NJM/oyggjaleikir
Leygarmorgunin svam Tórir Olsen úr Ægir seg til kravtiðina til NJM í 800 m frí við tíðini 8:35.03, sum samstundis var persónligt met. Hendan tíðin rakk eisini til B kravið til oyggjaleikirnar.

Leygarkvøldið svam Tórir 400 frí við tíðini 4.07.66, sum bæði rakk til kravið til NJM, sum verður í Vilnius í desembur og B- kravið til oyggjaleikirnar.

Nálatíðir
Tórir Olsen, Ægir, svam seg til silvurnál við stjørnu.

Bænadikt Helig Eliassen úr FS svam seg til talentnálina í 100 m frí við tíðini 1.10.90. Nálatíðin er 1.11.33

Fríðálvur Eliassen úr FS svam seg til eina bronsunál við stjørnu í 100 m frí við tíðini 58.94

Thorborg Joensen, 2014, úr HS svam seg til talentnál i 50 frí víð tíðini 34.66

Tien Rasmussen, 2012 úr HS, svam seg somuleiðis til talentnál i 50 m frí við tíðini 31.74

Tabita Vón Ebbadóttir, 2013, úr Ægir svam seg til bronsunál í 50 m frí við tíðini 34.06, nálatíðin var 34.25

Anna K. Lydersen, 2013, úr Ægir svam seg í 50 m frí til talentnál við tíðini 35.36, nálatíðin var 36.39

Karita Tórðadóttir frá SuSwim, svam seg til talentnál í 50 m frí við tíðini 35.95

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder