Fótbóltur

B36 legði rygg til stórtap í Istanbul

Evropeiska ævintýrið hjá B36 endaði í kvøld. Besiktas vísti klassan, og vann 6-0.

Lukasz Cieslewicz noyddis av vølli við skaða, tá B36 tapti 6-0 í Istanbul í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

Lukasz Cieslewicz noyddis av vølli við skaða, tá B36 tapti 6-0 í Istanbul í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-02 20:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er munur á Tórshavn og Istanbul; á Gundadali og Vodafone Park. Hetta noyddist B36 at sanna í kvøld, tá liðið hjá Jákup á Borg vitjaði turkiska stórfelagið Besiktas. B36 var snøgt sagt yvirmatcha, hóast teir á útliðnum stríddust sera væl. Besiktas skoraði seks mál uppá ein tíma frammandyri stóru áskoðarafjølduni ímóit moyru B36-leikarunum.

B36 varð trýst langt aftur á vøllin, men helt væl fast fyrsta hálva timan. Hóast stóra yvirvág, so kom Besiktas ikki til so upplagdar og stórar málmøguleikar. Hol kom tó á um hálva tíman. Eftir góðar komibnatiónir, varð bólturin lagdur av til Cyle Larin, og áleyparin var ivaleysur mitt fyri málinum. Stutt fyri hálvleik økti heimaliðið; eftir gott gjøgnumbrot í høgru varð bólturin lagdur uppá tvørs, og hann feraðist allan vegin til Caner Erkin, ið við aftaru stong kundi seta fótin á. 2-0 í hálvleikinum og B36 hevði mist Lukasz Cieslewicz tíðliga í dystinum. Tað sá út sum ein skaði í baklærinum, og børan varð neyðug.

B36 gjørdi okkurt sprell frameftir í byrjanini av 2.hálvleiki, men havnarfelagið noyddist mest at hugsavna seg um at standa rætt og kompakt. Tá ein tími varð leiktur, kom Besiktas á odda 3-0. Aftur var tað Larin, ið skoraði. Erkin legði innfyri stutt frá síðulinjuni og baklinjuni í vinstru, og so var kandiski áleyparin omaná í luftdystinum móti Odmari Færø.

Nú snúði tað seg veruliga um at avmarka tapið, men eina løtu seinni øktu vertirnir aftur. Aftur innlegg frá Erkin úr vinstru, og hesaferð var tað innskifti miðvallarin, Ozyakup Oguzhan, ið stútaði bóltin framvið Trygva Askham. Landsliðsleikarin var ikki við í hópinum í Føroyum. Fimm minuttir seinni fekk Larin sitt hattrick, eftir at B36-verjan varð spæld tunn. Í yvirtíðini stroyddi innskifti Vagner Love salt í sárið, tá hann setti eitt brotsspark trygt í málið.

B36 møtti snøgt sagt einum alt ov sterkum liðið. Men  hóast hetta stóra samanlagda tapið kunnu tey í B36 vera errin av sínum avrikið í Evropa í summar. Eftir fýra dystir uttan tap gjørdist turkiska stórfelagið endastøðin. Serliga flotti útisigurin í Titograd fer at standa eftir. Eftir seks evropeiskar dystir er B36 nøkur upplivilsi ríkari, og skal nú hugsavna seg um at vinna sær atgongd í Evropa aftur næsta ár.

Besiktas - B36 6-0(2-0) 8-0 samanlagt

31.min: 1-0 Cyle Larin,
43.min: 2-0 Caner Erkin,
60.min: 3-0 Cyle Larin
74-min 4-0: Oguzhan Ozyakup, 
79.min 5-0: 
Cyle Larin,
90.min
6-0: Vagner Love (br)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder