Ísak Vedelsbøl var ikki við í Montengro síðsta vikuskifti, tí hann fekk ein vøddaskaði undir venjing dagin eftir sigurin móti Kosovo.
Sí eisini: Ísak Veldelsbøl skaddur - Erling Erlendsson við ístaðin
Í fyrstu syftu varð hildið, at Ísak Vedelsbøl fór at vera úti í 6-8 vikur, og at hann burdi verið til reiðar til HM-endaspælið, sum byrjar 13. januar.
Men tað er als eingin møguleiki fyri hesum.
Portalurin hevur í dag fingið upplýst, at skaðin er væl meira álvarsamur, enn fyrst varð hildið.
Ísak Vedelsbøl hevur fingið stóran skaða á eina nerv og í einum lítlum vødda í forlærinum. Talan er um so mikið fløktan og álvarsaman skaða, at neyðugt er við skurðviðgerð.
![]()
Dysturin hjá Ísaki Vedelsbøl móti Kosovo í síðstu viku verður eftir øllum at døma seinasti dystur hjá 22-ára gamla strikuspælaranum í longri tíð (Mynd: Sverri Egholm)
22-ára gamli HØJ-spælarin skal undir skurð næsta hósdag, og síðani bíðar drúgv tíð uttanfyri við endurvenjing og øðrum.
Vit hava fingið upplýst, at roknast nú kann við 4-6 mánaðum.
Harvið verður Ísak Vedelsbøl ikki bert úti, meðan HM er. Strikuspælarin verður ikki við til týðandi EM-undandystirnar móti Ungarn í mars, og hann er ivasamur til seinastu undandystirnar, sum eru á skránni í mai - og harvið restina av kappingarárinum í Damnark.
Talan er sjálvandi um ein stóran smeit fyri Føroyar og Ísak Vedelsbøl sjálvan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald