Fótbóltur

B68 vann sín fyrsta dyst í Betrideildini í ár

Villiam Emil Klein stóra hetjan við báðum málunum á Svangaskarði, har B68 av álvara nærkaðist EB/Streymi. Ungi Markus Isaksen avgjørdi fyri Skála ímóti ÍF, og nú eru tíggju stig millum liðini.

Villiam Emil Klein er mest vandamikli B68-spælarin í ár, og tryggjaði hann liðnum sigurin í kvøld. Hann skoraði eisini, seinast B68 spældi ímóti EB/Streymi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Villiam Emil Klein er mest vandamikli B68-spælarin í ár, og tryggjaði hann liðnum sigurin í kvøld. Hann skoraði eisini, seinast B68 spældi ímóti EB/Streymi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-01 19:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tvær spennandi botnuppgerðir vóru í Betrideildini í kvøld, tá 12. umfar fór í gongd. Tey bæði liðini undir strikuni høvdu undan dystunum ongan sigur og harðliga tørv á stigum - annað nærkaðist strikuni og hitt kom í væl størri trupulleikar.

Skála tók eitt felt longri burtur frá niðurflytingarstríðnum. Fyri aðru ferð í ár vann liðið hjá Paula Poulsen tepurt á ÍF, og nú eru tíggju stig millum hesi liðini. Skála hevur við sigrinum trý stig fleiri enn í øllum kappingárinum 2022, tá Skála flutti niður.

Tað var 17-ára gamli Markus Isaksen, sum gjørdist stóra hetjan hjá Skála í kvøld. Innskifti áleyparin kastaði seg fram og beindi innlegg frá Ragnari Skála í málið hjá ÍF í 85. minutti. ÍF hevði annars vent dystinum í 2. hálvleiki, har útiliðið til tíðir hevði stóra yvirvág, og útlendsku áleypararnir slóu til. Skála gjørdi tó nóg mikið at vinna dystin. ÍF spældi enn ein javnan dyst, ónøgd var um lyklaavgerðir hjá dómarunum, men einki stig og liðið hjá Jákup Martini Joensen í stórum trupulleikum.

[object Object]
17-ára gamli Markus Isaksen varð skiftur inn og skoraði til 3-2 móti ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)  

Eftir níggju mánaðir uttan sigur í Betrideildini bragdaði tað loksins hjá B68. Tað var nærum neyðugt at vinna EB/Streymi, sum vitjaði á Svangaskarði.

Bæði Bergur Poulsen og Tóki Johannesen hjá EB/Streymi noyddist at fara út við skaða innan fyrsta korterið. Tað leikaði javnt á, men stutt fyri steðgin fekk Villiam Emil Klein beint bóltin í málið, eftir at beiggi hansara, Bartal Páll Klein, hevði roynt seg.

EB/Streymur fekk samanlagt ikki heilt lagt trýstið eftir steðgin, og í kontraálopið  í 79. minutti tók Villiam Emil sakina í egnar hendur. Havnarmaðurin rak langt við bóltinum, og stutt uttanfyri brotsteigin smekkaði 23-ára gamli sterki álopskendi spælarin til. 2-0, fimta málið samanlagt hjá Villiami Emil Klein í ár og trý stig til B68, sum nú bert er eitt stig frá EB/Streymi og harvið eitt stig undir strikuni.

[object Object]
Villiam Emil Klein skoraði eisini móti EB/Streymi fyrr í ár, og málini í dag kunnu gerast ógvuliga týðandi fyri árið hjá B68 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Betrideildin 12. umfar
Í dag, leygardagin 01.06

B68 - EB/Streymur 2-0 (1-0)
38' Villiam Emil Klein 1-0
79' Villiam Emil Klein (Bartal Páll Klein) 2-0

Skála - ÍF 3-2 (2-0)
13' Sjálvmál 0-1
18' Carlos Ferreira (Djóni Petersen) 0-2
21' Jhon Mena Perez 2-1
71' Uros Stojanov 2-2
85' Markus Isaksen (Ragnar Skála) 3-2

Støðan í Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 30 stig
2. HB 30 stig
3. KÍ 27 stig 
4. NSÍ 19 stig 
5. B36 15 stig
6. 07 Vestur 14 stig 
7. Skála 13 stig *
8. EB/Streymur 7 stig * 
---------------------------
9. B68 6 stig *
10. ÍF 3 stig *

* Ein dyst fleiri'

Í morgin er oddastríð og stríðið um topp-fýra á skránni.

Í morgin, sunnudagin 02.06
15.00: B36 - 07 Vestur
15.15: KÍ - Víkingur
17.00: NSÍ - HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder