Fótbóltur

B68 vunnið seg upp úr botninum: NSÍ kós móti niðurflyting

Framvegis øgiligur spenningur í niðurflytingarstríðnum. Nú B68 vann móti 07 Vestur í dag, liggur NSÍ nú undir niðurflytingarstrikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-08-14 19:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Spenningurin í botninum er øgiligur, og hann er ikki minni eftir sigurin hjá B68 í dag á 07 Vestur, sum eisini stríðist fyri at yvirliva í deildini, har tað er stuttligt at vera.

Tað var annars 07 Vestur, sum legði seg á odda 2-0 tíðliga í dystinum, men so fór málmaskinan hjá toftamonnum í gongd. Í síðstu viku vann B68 7-2 móti Skála, og í dag vunnu toftamenn 6-2 móti 07 Vestur.

Trý sera umráðandi stig í niðurflytingarstríðnum, og tey telja nógv tá tey verða vunnin móti nærmastu kappingarneytunum.

Við Margáir í Streymnesi var HB á vitjan hjá EB/Streymi. HB vann 4-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

Oddaliðið KÍ vann 2-0 á Argjum, men tað var ikki uttan mótstøðu frá AB, sum roynir at fóta sær eftir venjaraskifti og nógv spælaraskifti í summar. KÍ hevur nú 49 stig, og er níggju stig frammanfyri Víking á øðrum plássið.

Ein dystur varð leiktur í bestu deildini fríggjadagin. Tað var útsetti dysturin millum B36 og Skála, sum havnarmenn vunnu uttan tað stóra hóvastáki 5-1. B36 lyfti seg við sigrinum upp á fjórða plássið og harvið evropaplássið aftur.

Hæddarpunkt hjá Televarpinum síggjast her

EB/Streymur - HB 1-4 (0-2)
45’ Daniel Johansen 0-1 (br.)
45’ Adrian Justinussen 0-2
56’ Pætur Petersen 0-3
67’ Elias El Moustage 1-3
75’ Pætur Petersen 1-4

07 Vestur - B68 2-6 (2-1)
6’ Mads Borchers 1-0
33’ Mads Morchers 2-0
39’ Boubacar Dabo 2-1
47 Boubacar Dabo 2-2
67’ Boubacar Dabo 2-3
70’ Mohamed Samba 2-4
86’ Steffan Løkin 2-5
90’ Mohamed Samba 2-6

AB - KÍ 0-2 (0-1)
42’ Jóannes Bjartalíð 0-1
56’ Valerijs Sabala 0-2

B36 - Skála 5-1 (4-0)
16’ Michal Przybylski 1-0
24’ Magnus Jacobsen 2-0
29’ Magnus Jacobsen 3-0 (br.)
37’ Michal Przybylski 4-0
76’ Mattias Hellisdal 5-0
88’ Uros Stojanov 5-1 (br.)

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 46 stig (17 dystir)
2. Víkingur 40 stig (17 dystir)
3. HB 37 stig (18 dystir)
4. B36 25 stig (16 dystir)
5. EB/Streymur 24 stig (18 dystir)
6. 07 Vestur 18 stig (18 dystir)
7. B68 17 stig (17 dystir)
8. AB 17 stig (18 dystir)
9. NSÍ 15 stig (17 dystir)
10. Skála 8 stig (17 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder