Annað

B71 er ársins felagsskapur

ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2023 gjørdist fótbóltsfelagið í Sandoynni, B71. Karl Vidtfeldt, formaður, tók ímóti.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, handaði heiðurin til Karl Vidtfeldt, formann í B71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, handaði heiðurin til Karl Vidtfeldt, formann í B71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-10 20:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Á Ítróttafagnaðinum við Løkin í kvøld verða bestu ítróttafólk kosin. Men ein heiður sum er latin, er ÍtróttaFELAGSSKAPURIN 2023.

Í uppskoti vóru Mjølnir, B71 og HSF.

Og tað bleiv B71 sum fekk stóra heiðurin at vera Ítróttafelagsskapurin 2023. Karl Vidtfeldt, formaður, tók ímóti.

Soleiðis var grundgivið fyri tilnevningini:

B71 er av sonnum ein savnandi felagsskapur fyri alla Sandoynna. Her eru bæði børn og vaksin virkin, og flestu fólk í oynni munnu onkursvegna hava eitt tilknýti til felagið – tað veri seg sum íðkarar, venjarar, áskoðarar ella hjálparfólk annars.  

Hóast B71 fyrst og fremst er kent fyri fótbólt, fevnir felagið hartil eisini um flogbólt, hondbólt og futsal. 

Fyri eina lítla oyggj sum Sandoynna – við smáum spjaddum bygdum – hevur tað ómetaligan týdning, at okkurt er, sum savnar øll. B71 skapar lív og samanhald í oynni, og tað skal ikki undirmetast hvønn sosialan, heilsuligan og lokalan týdning felagið hevur.

Tað sigur kanska nakað um savnandi megina, at hóast fólkatalið á Sandoynni er lágt, samanborið við onnur øki í landinum, hevur B71 kortini lið við í kappingini hjá øllum árgangum, bæði á gentu- og dreingjasíðuni í fótbólti. 

Stórt fokus hevur verið á tey sjálvbodnu í felagsskapinum. Tey eru grundvøllurin, sum alt virksemið byggir á, og tey gera tað møguligt hjá einum so lítlum felagi at vera virkið. Seinnu árini er limatalið nógv vaksið, og tað merkist eisini aftur í trivnaðinum í felagnum. 

Fyri sín ómetaliga týdning fyri trivnað og samanhald í Sandoynni verður B71 tilnevnt til Ársins felagsskap. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder