Annað

Badminton: Finalistarnir í tvímansleiki funnir

Tað verður Klaksvík móti Havnini í finaluni í tvímansleiki fyri kvinnur.

Tey bæði pørini úr KBF, sum vóru við í hálvfinalunum saman við venjaranum Jonas Mikkelsen: Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen, og Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen. Í fjør vunnu stórasystrarnar á lítlusystrunum í finaluni, men í ár skulu tær eldru spæla ímóti Sannu og Miu Thorkildshøj úr HBF

Tey bæði pørini úr KBF, sum vóru við í hálvfinalunum saman við venjaranum Jonas Mikkelsen: Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen, og Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen. Í fjør vunnu stórasystrarnar á lítlusystrunum í finaluni, men í ár skulu tær eldru spæla ímóti Sannu og Miu Thorkildshøj úr HBF

2024-04-04 09:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hjá kvinnunum fáa føroyameistararnir úr Klaksvíkar Badmintonfelag, KBF, Bjarnhild í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen, møguleika at endurvinna meistarheiti, tá tær í tøttum tvey-settara 21-19, 21-18 vunnu hálvfinaluna ímóti Birnu Jacobsen og Miriam í Grótinum úr Havnar Badmontonfelag, HBF.

Í hini hálvfinaluni eydnaðist tað tvíburðasystrunum Sannu og Miu Thorkildshøj úr HBF at vinna 21-12, 21-17 á Ranju Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen úr KBF.

Sostatt bresta Havnin og Klaksvíkin saman í ársins FM finalu í tvímansleiki hjá kvinnum leygardagin.

Hjá monnunum verða tað Jónas Djurhuus (HBF) og Árant á Mýruni (MBF), sum skulu spæla finalu ímóti Magnus Dal-Christiansen og Rúna Øster úr HBF. Jónas og Árant spældu seg í finaluna við at vinna 21-19, 21-18 á Leika Dal-Christiansen og Christian Berg Pedersen úr HBF. I hini hálvfinaluni taptu Fai Yin Wong og Jafet Rasmussen, ið var kosin ársins stjørnuskot í fjør, ímóti Magnus og Rúna í tveimum settum 21-15, 21-14.

Fríggjadagin skulu síðstu finalistarnir finnast, tá innleiðandi dystirnir í blandaðum tvímansleiki verða leiktir í Badmintonhøllini í Havn frá klokkan 16:30.

Finalurnar byrja leygardagin klokkan 10. Kringvarpið vísir beinleiðis sjónvarp frá finalunum í einmansleiki seinnapartin.

Sí eisini: Bert ein leikari endurvann finalusess – um hálvfinalurnar í single

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder