Um vikuskiftið hava 20 føroyskir badmintonleikarar luttikið í kapping í Odense, og fingu teir sera góð úrslit, skrivar Badmintonsamband Føroya.
Ranja Joensen og Oddbjørg í Buð Justinussen gjørdu bart í tvímansleiki og vunnu gull í A-rekkjuni. Tær spældu ein sera góðan dyst. Tær taptu fysta sett 25-23, men so lótu tær ongan iva vera um, hvør var best og vunnu tvey tey næstu settini 21-14 og 21-16.
Í M-rekkjuni gekk eisini sera væl. Miriam í Grótinum kom í fjórðinsfinaluna í einmansleiki. Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen og Sanna og Mia Thorkildshøj komu somuleiðis í fjórðingsfinaluna í tvímansleiki. Eisini komu Miriam í Grótinum og Bjarnhild í Buð Justinussen í hálvfinaluna í tvímansleiki, sum tær taptu 2-1. Rúni Øster og Miriam í Grótinum komu eisini í hálvfinaluna í blandaðum tvímansleiki, sum tey taptu 2-0.
Tað bleiv til eitt gull- og tvey bronsuheiðursmerki.
Við á ferðini vóru hesi
- Landsliðsvenjari Fai Yin Wong
- Ferðaleiðarar Fríðgerð Rasmussen og Elsa Thorkildshøj
Leikarar
- Asbjørn Heide Olsen
- Bjarnhild í Buð Justinussen
- Eyð Lamhauge Debess
- Hákun Thorkildshøj Sigvardsen
- Jafet Rasmussen
- Jónas Djurhuus
- Julianna í Heiðunum
- Leiki Dal-Christiansen
- Magnus Dal-Christiansen
- Markus Bjarnason
- Mia Thorkildshøj
- Miriam í Grótinum
- Oddbjørg í Buð Justinussen
- Ranja Joensen
- Rúni Øster
- Sanna Thorkildshøj
- Tóki Yngvason Guttesen
- Símun Thorkildshøj Sigvardsen
- Beinir Weihe
- Kristoffur Samuelsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald