Annað

Badminton: Góð úrslit í altjóða kapping í Íslandi

11 føroyingar hava seinastu dagarnar luttikið í RSL Reykjavík International 2026.

(Mynd: Badmintonsamband Føroya/Facebook)

(Mynd: Badmintonsamband Føroya/Facebook)

2026-01-25 15:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hava 11 føroyskir badmintonleikarar luttikið í altjóða góðkendu kappingini RSL Reykjavík International 2026, sum íslendska badmintonsambandið skipar fyri saman við Badminton Europe, skrivar Badmintonsamband Føroya.

Í einmansleiki spældu leikararnir nógvar dystir í kvalifiserandi umfarinum, men tíverri komu tey akkurát ikki víðari til høvuðskappingina.

Í tvímansleiki komu fýra pør víðari til áttandapartsfinalurnar, trý í tvímansleiki og eitt í blandaðum tvímansleiki.

Bjarnhild í Buð Justinussen og Miriam í Grótinum vunnu í sekstandapartsfinaluni á einum fronskum pari, har tann eina duellin í triðja settinum tók 64 sløg yvir netið. Eftir ein tveysettara í 1/8-partsfinaluni, komu tær í fjórðingsfinaluna, har tær møttu einum sterkum pari úr Danmark. Í øðrum setti hevði danska parið heili fimm matchbóltar, men føroyska parið vann settið 27-25. Í triðja og avgerandi settinum taptu Bjarnhild og Miriam tepurt 17-21.

Sanna og Mia Thorkildshøj spældu ein dyst við nógvum longum “duellum” móti einum pari úr Bulgaria, og Sanna og Asbjørn Olsen møttu einum sterkum pari úr Onglandi, meðan Rúni Øster og Asbjørn møttu einum sterkum fronskum pari (seedað nummar 5).

Fai Yin Wong, landsliðsvenjari, er við á ferðini í Reykjavík, har hann eisini hevur coachað leikarunum.

Wong er sambært Badmintonsambandinum væl nøgdur við úrtøkuna, sum avspeglar áhaldandi menningina av fremstu leikarunum. Ein góð, gevandi og mennandi kapping.

Fyri einstøku landsliðsleikararnar inniber luttøka í slíkum altjóða góðkendum kappingum, at hesi vinna sær altjóða ratingstig, sum bøtir um møguleikan fyri at sleppa til aðrar altjóða kappingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder