Annað

Badminton: Hesi vunnu í tvímansleiki hjá monnum og kvinnum

Kontrast FM: Hjá kvinnunum endaðu Birna K. Jacobsen og Miriam i Grótinum ovast á skamlinum, meðan Rúni Øster og Magnus Dal-Christiansen vunnu hjá monnum.

Vinnarar í tvímansleiki - kvinnur (Mynd: Badmintonsamband Føroya)

Vinnarar í tvímansleiki - kvinnur (Mynd: Badmintonsamband Føroya)

2026-04-11 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vinnarar í tvímansleiki hjá ávikavist monnum og kvinnum eru nú funnir.

Hjá kvinnunum gjørdist tað ein sera spennandi finala í trimum settum, har Birna K. Jacobsen og Miriam i Grótinum endaðu ovast á skamlinum eftir at hava vunnið á Sannu og Miu Thorkildshøj.

Bronsuheiðursmerkini vunnu Ranja Joensen & Oddbjørg í Buð Justinussen og Lena Maria Joensen & Bjarnhild í Buð Justinussen, allar úr KBF.

Hjá monnunum gjørdist tað eisini ein trýsettari i finaluni, har Rúni Øster, HBF, og Magnus Dal-Christiansen, HBF, vunnu á Jónas Djurhuus, HBF, og Árant á Mýrini, MBF. Settini endaðu 21-15, 15-21 og 21-9.

Bronsuheiðursmerkini vunnu Jafet Rasmussen & Leiki Dal-Christiansen og Beinir Rúnason Weihe & Tóki Yngvason Guttesen. Teir eru allir úr HBF.

Kári Dal Christiansen, stjóri í Kontrast, handaði teimum heiðursmerkir og steyp.

[object Object]
Vinnarar í tvímansleiki - menn (Mynd: Badmintonsamband Føroya)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder