Eftir badmintonfinalurnar í einmansleiki á Kontrast FM leygardagin endaði Miriam í Grótinum fimta árið á ra ovast á skamlinum hjá kvinnum.
Tað gjørdi hon við at vinna finaluna trygt á Miu Thorkildshøj í tveimum settum, 21-12, 21-14. Tær báðar umboðaðu Havnar Badmintonfelag.
Bronsuna vunnu Sanna Thorkildshøj úr HBF og Ranja Joensen úr KBF.
![]()
Einmansleikur - kvinnur (Mynd: Badmintonsamband Føroya)
Hjá monnum endurvann Rúni Øster føroyameistaraheitið, tá hann rættuliga trygt vann finaluna á Christian Berg Petersen í tveimum settum.
Bronsuna vunnu Markus Bjarnason og Jafet Rasmussen, sum taptu hálvfinalurnar ímóti ávíkavist Christian og Rúna.
Allir heiðursmerkjavinnararnir eru úr Havnar Badmintonfelag, skrivar Badmintonsamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald