Annað

Badminton: Miriam og Rúni vunnu á Asbjørn og Miu

Umframt at tey vunnu hvør sína finalu í einmansleiki, gjørdust Miriam í Grótinum og Rúni Øster eisini føroyameistarar í blandaðum tvímansleiki í gjár.

(Mynd: Badmintonsamband Føroya)

(Mynd: Badmintonsamband Føroya)

2026-04-12 12:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í badmintonfinaluni í blandaðum tvímansleiki á Kontrast FM í Høllini á Hálsi leygardagin stóð tað millum Miriam í Grótinum og Rúna Øster og Asbjørn Heide Olsen og Miu Thorkildshøj.

Og Miriam og Rúni vunnu finaluna 21-16, 21-16.

Miriam og Rúni vunnu eisini hvør sína finalu í einmansleiki og hvør sína finalu í tvímansleiki hjá ávikavist kvinnum og monnum.

Bronsuna í blandaðum tvímansleiki vunnu Jafet Rasmussen og Birna K. Jacobsen, og Hákun Thorkildshøj Sigvardsen og Sanna Thorkildshøj, sum øll vóru úr HBF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder