Annað

Badminton: Rúni Øster skal verja FM-heitið

Finalan í einmansleiki er ein endurtøka av finaluni í fjør - Rúni Øster ímóti Christian Berg Petersen.

2026-04-10 16:01 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Badmintonsamband Føroya: Í finaluni í einmansleiki leygardagin skal Rúni Øster verja heitið sum føroyameistari ímóti Christian Berg Petersen. Talan er sostatt um eina endurtøku av finaluni frá í fjør, tá teir báðir eisini tá vunnu sær pláss i finaluni.

Finalistarnir eru báðir úr Havnar Badmintonfelag, men dagliga venur og leikar Rúni við KBK á Eysturbrúgv, tá hann lesur í danska høvuðsstaðnum. Í vetur hevur Rúni leikt fast við næstbesta liðnum hjá KBK til liðdystir, men hann hevur eisini spælt liðdyst við besta liðnum.

Besta liðið hjá KBK er júst rykt upp í liga, sum er besta deildin í Danmark. Umframt Rúna spæla føroyingarnir Miriam i Grótinum, Árant á Mýrini og Jónas Djurhuus eisini við KBK.

Christian Berg Petersen hevur í vetur vunnið eina GrandPrix kapping, har Markus Bjarnason annars gjørdist samlaður GrandPrix meistari hjá monnum. Í hálvfinaluni mánadagin spældi Christian tó ein branndyst ímóti Markus og sigraði við settunum 21-10, 21-10.

Finalan hjá monnum í einmansleiki í KONTRAST FM verður í Høllini á Hálsi leygardagin áleið klokkan 15:30. Finalurnar seinnapartin verða sýndar í sjónvarpinum hjá KVF, men øll eru vælkomin í høllina at heppa og hyggja eftir finalunum í judo, borðtennis og badminton.

Les eisini: Mia móti Miriam í FM-finaluni í morgin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder