Í gjár byrjaði kappingin FZ Forza International í Noregi. Bdmintonsamband Føroya hevur sent átta leikarar til kappingina.
Nógvir dystir vórðu spældir í dag, og tað gekk ordiliga gott hjá føroysku leikarunum.
Miriam í Grótinum og Rúni Øster spældu seg víðari í høvuðskappingina í blandaðum tvímansleiki. Og Miriam í Grótinum og Ranja Joensen spældu seg víðari í einmansleiki.
Í dag byrjar høvuðskappingin. Tvímansleikur, blandaður tvímansleikur og einmansleikur á skránni. Tá skulu allir leikarar aftur í eldin.
Í dag spæla Sanna og Mia tvímansleik, Rúni og Magnus tvímansleik, Asbjørn og Christian tvímansleik, Asbjørn og Mia Thorkildshøj, blandaðan tvímansleik, Rúni Øster og Miriam í Grótinum blandaðan tvímansleik, Magnus Dal-Christiansen og Sanna Thorkildshøj blandaðan tvímansleik og Miriam í Grótinum og Ranja Joensen einmansleik
Okkara leikarar byrja klokkan 9 norska tíð,allir dystir eru at síggja á stroymingartænastu hjá Badminton Europe
Hesir leikarar eru við í Noregi:
Miriam í Grótinum
Sanna Thorkildshøj
Mia Thorkildshøj
Ranja Joensen
Magnus Dal-Christiansen
Rúni Øster
Asbjørn Heide Olsen
Christian Berg Petersen
Venjari er Fai Yin Wong og ferðaleiðari Sofía Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald