Fótbóltur

Bagge givin í AB

Enn ein venjari er givin í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Bagge hevur ynskt at vera lystur úr starvi. Ítróttarligu ambitiónirnar samsvara ikki millum felag og venjara, sigur AB.

(Savnsmynd: AB)

(Savnsmynd: AB)

2022-05-17 19:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

AB er í hesum døgum í eldinum í sambandi við sáttmálar við útlendskar leikarar, og nú er aftur nýtt um fótbóltsfelagið á Argjum.

Felagið boðar í kvøld frá, at Sámal Erik Hentze er loystur úr starvi sum høvuðsvenjari hjá argjamonnum.

- Høvuðsvenjari okkara hevur í dag ynskt at vera loystur úr starvi. Orsøkin til uppsøgnina er, at ítróttarligu ambitiónirnar ikki samsvara millum felag og venjara.

AB sigur, at uppsøgnin einki hevur við søgurnar um felagið í miðlunum seinastu dagaarnar at gera.

Argjamenn eru í annaðkvøld á vitjan hjá HB í Gundadali í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder