
Í gjár var kunngjørt hvørjir teir 30 leikararnir eru, ið eru í uppskotið til Ballon d’Or. Í fjør vann Luka Modric Ballon d'Or, men hann er ikki í millum teir tilnevndu í ár, og tað er fyrstu ferð at vinnarin frá undanfarna árið ikki er ímillum teir tilnevndu.
Premier League verður av teimum flestu mett, at vera heimsins sterkasta landskapping, og tað sæst eisini aftur á listanum, ið telur 30 leikarar, har helvtin spælir í Premier League. Liverpool er best umboða við heili sjey leikarum, meðan Manchester City hevur fimm leikarar á listanum.
Millum teir tilnevndu eru sum vant Lionel Messi og Cristiano Ronaldo, ið eru teir sum hava vunnið Ballon d’Or oftast. Teir hava vunnið fimm ferðir hvør, og eru teir saman við Virgil van Dijk ímillum favorittarnar, at vinna Ballon d'Or aftur í ár.
Vinnarin av Ballon d’Or 2019 verður kunngjørdur 2. desember.
Teir 30, sum eru tilnevndir:
Sadio Mane - Liverpool
Sergio Aguero - Manchester City
Frenkie de Jong - Ajax/ Barcelona
Hugo Lloris - Tottenham
Dusan Tadic - Ajax
Kylian Mbappe - PSG
Trent Alexander-Arnold - Liverpool
Donny van de Beek - Ajax
Pierre-Emerick Aubameyang - Arsenal
Marc-Andre Ter-Stegen - Barcelona
Cristiano Ronaldo - Juventus
Alisson - Liverpool
Matthijs de Ligt - Juventus
Karim Benzema - Real Madrid
Georginio Wijnaldum - Liverpool
Virgil van Dijk - Liverpool
Bernardo Silva - Manchester City
Heung-min Son - Tottenham Hotspur
Robert Lewandowski - Bayern Munich
Roberto Firmino - Liverpool
Lionel Messi - Barcelona
Kevin de Bruyne - Manchester City
Kalidou Koulibaly - Napoli
Riyad Mahrez - Manchester City
Antoine Griezmann - Barcelona
Mohamed Salah - Liverpool
Joao Felix - Atletico Madrid
Eden Hazard - Real Madrid
Marquinhos - PSG
Raheem Sterling - Manchester City
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald