Annað

Barba gjørdist nummar sjey í heiminum

Barba Jansdóttir Andreassen hevur í nátt luttikið í heimsmeistarakappingini í olympiskari vektlyfting í Las Vegas.

(Mynd: Styrkifelagið Stoyt)

(Mynd: Styrkifelagið Stoyt)

2025-09-13 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt gjørdist Barba Jansdóttir Andreassen nummar sjey í heiminum í heimsmeistarakappingini í olympiskari vektlyfting í amerikanska býnum Las Vegas.

Barba luttók í aldursbólkinum 35–39 ár og í -63kg vektflokkinum.

Hon legði fyri við klárum málum um at betra síni bestu kappingarúrslit - 65kg í trekk, 82kg stoyt og 146kg í tveykampinum - og alt í alt kom hon væl á mál, skrivar Styrkifelagið Stoyt í tíðindaskrivi.

Trekk
Hon byrjaði trekkrøðina við sínum tyngsta opnara nakrantíð – 60kg – sum kom trygt upp um høvd. Í aðru roynd hevði hon 63kg, sum eisini gekk væl. Í triðju roynd bardist hon við 66kg, sum bert var 1kg undir hennara persónliga meti, men hetta lyftið gekk tíverri ikki. Besta trekkið gjørdist 63kg, sum rakk til eitt flott 7. pláss í trekkkappingini.

Stoyt
Í stoytunum byrjaði Barba eisini sterkt: Hon opnaði við 80kg, hennara tyngsti opnari nakrantíð, og hetta lyftið sat øgiliga væl. Hon royndi síðani 83kg á aðru roynd. Hóast at stongin kom uppá herðarnar, eydnaðist tað henni ikki at fáa stongina upp um høvd. Í triðju royndini lat hon einki liggja eftir og megnaði at lyfta tey 83kg, sum er javnt við hennara persónliga met og 1kg meira enn hon áður hevur lyft til kapping.

Tveykampurin
Við 63kg í trekk og 83kg í stoyt bleiv tveykampurin hjá Barbu til 146kg samanlagt – tað sama sum hennara besti tveykampur var til kapping frammanundan. 83kg í stoyt rakk til eitt flott 7. pláss í stoyt kappingini og eitt 146kg rakk til eitt øgiliga flott 7. pláss í tveykampinum í hennara aldurs- og vektbólki.

Barba Jansdóttir Andreassen er sera nøgd við úrslitið. Tað at hon fekk sínar tyngstu opnarar nakrantíð og javnaði persónliga metið í stoyt gevur góðar vónir um komandi kappingar, skrivar styrkifelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder