
Hann hevur samanlagt spælt 376 dystir í Betrideildini. Felagið, ið víkamaðurin hevur umboðað oftast, hevur verið barndómsfelagið, og eftir summarstegðin í farna kappingarárið spældi Bárður Olsen 15 dystir fyri EB/Streym. Tekniskt gávaði miðvallarin við góða spælskilinum skoraði trý góð mál í hesum dystum.
Nú er greitt, at Bárður ikki heldur fram í EB/Streymi. Fyri løtu síðani hevur hann á Facebooksíðuni hjá Fjepparafelagið EB/Streyms takkað fyri seg.
Har hevur Bárður Olsen millum annað skrivað, at hann framvegis ætlar at spæla fótbólt, og sambært góðum keldum hjá Portalinum verður hetta í B36 og kemur hetta uppá pláss skjótt. 35-ára gamli miðvallarin spældi í fjør níggju dystir við næstbesta liðnum hjá B36 og umboðaði felagið í fremstu røð í 2010 og 2012.
Les eisini: Ronni Møller Iversen er nú EB/Streymari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald