2019-04-07 14:30

Fýra dystir verða í dag leiktir í fremstu fótbóltsdeildini hjá monnum.
B36 og HB bresta saman í Gundadali, TB og EB/Streymur spæla við Stórá, ÍF og KÍ hittast í Fuglafirði og á Argjum tekur AB ímóti Skála.
Televarpið stroymir allar dystirnar, og teir kunnu síggjast á appini/netvarpinum um man hevur Stórapakka+ haldið. Eisini ber til at keypa sær atgongd til dystirnar á netinum fyri 39 krónur fyri hvønn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald