Hondbóltur

Beinleiðis stroyming: Føroyar - Japan U20

Føroysku U20-kvinnurnar leggja fyri í HM-endaspælinum klokkan 11.30. Til ber til at keypa dystin á handball-globe.tv - leinkja er í greinini.

Við kinesiska múrin - í dag skulu tær á vøllin (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Við kinesiska múrin - í dag skulu tær á vøllin (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2026-06-24 11:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin fóru ungu føroysku hondbóltskvinnurnar undir longu ferðina til Kina. 

Har hava tær vitja stóra múrin og fyrireikað seg til HM-endaspælið, sum fyri Føroyar byrjar í dag.

Klokkan 11.30 føroyska tíð er Japan á skránni - á pappírinum lættasta uppgávan í bólkinum, har Kroatia og Noreg eisini eru við.

IHF stroymir allar dystirnar á Youtube. Tað er ikki vist, at stroymingin riggar í Føroyum, men so ber til at keypa dystirnar á handball-globe.tv.

Til ber at hyggja her

-------------------------------------------------------------------------

Hópurin: 

Málverjar:
Gylta Djurhuus á Neystabø, Kyndil
Maria Beder, H71

Útileikarar:
Rakul Christiansen, H71
Helena Dahl Magnusardóttir, Neistin
Arnfríð Jacobsen, StÍF
Joan Rúnadóttir Johannesen, Kyndil
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Ró Reginsdóttir, Neistin
Silja Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Agatha Kjærbæk Djurhuus, VB
Karin Elisabeth Leonsdóttir Kjærbæk, Kyndil
Mira Bendix Laursen, Kyndil
Lív Rouch Ísfeld, Neistin
Asta Sofía Finndóttir Hansen, Kyndil
Eivør í Stórustovu, Neistin
Marjun Kristina Jansdóttir, Kyndil

Venjarar eru Nicholas Satchwell og Helgi Hildarson Hoydal.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder