Fótbóltur

Beinleiðis stroyming: Seinni Champions League-dysturin hjá NSÍ í Skopje

Føroyameistararnir skulu klokkan 10 royna seg móti bulgarsku meistarunum. Til ber at hyggja her.

2025-08-02 09:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Rebekka Benbakoura legði NSÍ á odda tíðliga í "hálvfinaluni" mikudagin, men ZFK Ljuboten var sterkari og vann 4-1.

Sí eisini: NSÍ tapti 4-1 í fyrstu Champions League-royndini

Harvið skal meistaraliðið úr Norðurmakedónia í morgin spæla um at koma víðari í Champions League, meðan NSÍ í morgun spælir um 3. plássið í hesum undanbólkinum.

Ein sigur gevur ikki víðari luttøku, men tað hevði merkt nógv fyri NSÍ at fáa ein søguligan Champions League-sigur. Hetta er fyrstu ferð, at kvinnulið felagsins spælir í evropeiskari kapping.

Tað verður ógvuliga heitt í Skopje í dag - umleið 30 hitastig við dystarbyrjan, sum er klokkan 11 lokala tíð.

Uppgerðin hjá NSÍ móti bulgarska meistaraliðnum NSA Sofia byrjar nú klokkan 10.

Til ber at síggja dystin her

[object Object]
Mynd: Nes Sóknar Ítróttafelag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder