Fótbóltur

Tapið í Klaksvík gjørdist seinasti dysturin hjá Radnicki-venjaranum

Feda Dudic hevur sjálvur tikið avleiðingarnar av, at liðið annað árið á rað er farið út eftir fyrstu forðing í Conference League. Sum skilst hevði atburðurin hjá serbisku áskoðarunum mótvegis spælarunum eina ávirkan á avgerðina.

Spælararnir hjá serbiska Radnicki noyddust at standa skúlarætt, meðan teir hjá KÍ fegnaðust um víðari luttøkuna. Hetta helt fráfarandi venjarin lítið um (Mynd: Sverri Egholm)

Spælararnir hjá serbiska Radnicki noyddust at standa skúlarætt, meðan teir hjá KÍ fegnaðust um víðari luttøkuna. Hetta helt fráfarandi venjarin lítið um (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-02 10:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2023 varð Stanislav Cherchesov uppsagdur, áðrenn hann fór av stóra leikvøllinum í Budapest eftir 3-0 tapið fyri KÍ í 1. umfari í Champions League.

Ferencváros reyk út, og tað varð sæð sum fúl skomm fyri eitt stórfelag í Ungarn, sum møtti einum liði úr Føroyum.

[object Object]
KÍ var omaná yvir tveir dystir móti Ferencvárosi í 2023, og tað kostaði russiska venjaranum hjá ungarska stórfelagnum starvið (Mynd: Sverri Egholm)

Nú, tvey ár seinni, helt KÍ aftur málið reint í tveimum dystum móti einum liði úr einari á pappírinum væl sterkari deild. Serbiska deildin var styrkismett 18 pláss hægri enn Betrideildini undan evropeisku dystunum í summar. Hetta er fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag sendur eitt lið úr Serbia út í Evropa.

Harvið merkist helst ein ávís skomm í Serbia, og eitt tap móti einum føroyskum felagi hevur aftur havt eitt venjaraskifti við sær.

Fór sjálvur frá eftir dystin í Føroyum - nevndin vildi hava hann at halda fram

Hesaferð er støðan heldur øðrvísi. Høvuðsvenjarin hjá serbiska Radnicki 1923 er farin úr starvi sjálvur eftir tapið í Klaksvík hóskvøldið.

Hetta hevur bolt.fo víst á útfrá millum annað serbiskum miðlum.

Portalurin hevur verið í sambandi við persónar, sum hava góð sambond í serbiskum fótbólti.

Sum skilst vildi nevndin í Radnicki ikki, at Feda Dudic skuldi frá vegna tapið í Føroyum, men bosniski venjarin vildi ikki meira. Hann hevði annars staðið á odda síðani september 2023.

[object Object]Radnicki megnaði ikki at skora móti KÍ, og eitt mál hjá Páll Klettskarð gjørdist at enda nóg mikið (Mynd: Sverri Egholm)

Áskoðarnir høvdu eina ávirkan - skeldaðu og 

Teir beint omanfyri 60 serbisku áskoðarnir í Føroyum gjørdu eitt sindur um seg, hóast teir kki góvu føroyslu løgregluni stórvegis trupulleikar.

Innanhýsis rok var beint fyri dystin, teir markaðu okkurt í Klaksvík, og eftir seinasta bríksl fingu spælararnir hjá Radnicki av grovfíluni, tá teir komu yvir at takka fyri dystin.

[object Object]
Hedur margháttilig sjón í Føroyum: Vaksnir menn standa alment skúlarætt (Mynd: Sverri Egholm)

Teir reyðkløddu stóðu eina løtu og tóku ímóti, meðan fleiri ónøgdir mans loystu av. 

Portalurin hevur fingið upplýst, at fleiri "fjepparar" eisini vóru á gistingarhúsinum hjá spælarunum í Havn seinni um kvøldið. Har vístu teir eisini sína ónøgd.

Sum skilst hevur hesin atburðurin havt ávirkan hjá Feda Dudic.

Hetta er annað árið á rað, at Radnicki 1923 og Dudic eru úti eftir fyrstu forðing í Conference League. Í 2024 tapti Radnicki tepurt samanlagt móti Dedic úr Montenegro, tá liðið á fyrsta sinni spældi evropeiskar dystir.

Sí eisini: 3. umfar: KÍ spælir fyrra dystin týskvøldið áTórsvølli


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder