
Tað gongur strúkandi hjá Andriasi Edmundsson og felagið hansara í Ekstraklasa. Toftamaðurin er fyrsti føroyingurin í fremstu pólsku deildini - nummar 15 í Evropa sambært UEFA - og hann er fastur sum vinstri miðverji.
Aftur í gjár spældi Andrias 90 minuttir. Hann vann flestu nærdystirnar og fekk góð skoðsmál. Sterki føroyingurin og liðfelagarar hansara hildu málið reint fyri aðru ferð av trimum, tá Wisla Plock vann sín triðja dyst av trimum møguligum í 2025/2026.
Plock er uppflytari men líka leggja teir í bláum og hvítum í. Í gjárkvøldið settu teir hol á 3. umfar við heimadysti móti Piasta Gliwice. Útfrá fyrstu umførunum var Plock ein lítil favorittur á heimavølli, og tað var eisini Wisla Plock, ið var meira vandamikið.
Piast hevði bóltin nógv, men Andrias Edmundsson og hinir vardu væl fyri: Størsti møguleikin hjá útiliðnum var, tá bólturin rakti í ein Plock-spælara og síðani á stongina.
Spaniólin Jorge Jimenez skoraði stutt fyri steðgin eftir gott álop og eftir langskot, tá ein tími var spældur, var 2-0.
Hetta gjørdist eisini endaliga úrsliti fyrsta dystinum í 3. umfari, og Wisla Plock er fyribils oddalið við fullum stigatali. Cracovia kann yvirhála í málúrtøku við sigri sunnudagin.
Hæddarpunktini kunnu síggjast ovast ella her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald