Fótbóltur

Besiktas fer ikki at taka sær av løttum

Venjarin væntar eitt vælskipað mótstøðulið.

Mynd: bjk.com.tr

Mynd: bjk.com.tr

2018-07-26 11:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Á tíðindafundi í gjár segði Senol Gunes, venjari hjá Besiktas, at turkiska stórliðið ikki kann taka sær av løttum, tá teir í kvøld spæla dyst í Europa League ímóti B36.

- Vit vænta eitt sera vælskipað mótstøðulið, so vit eiga ikki at taka okkum av løttum á nakran hátt, segði Senol Gunes.

Venjarin legði eisini dent á, at teir eisini gjarna vilja fáa eina góða byrjan uppá Europa League kappingina, og tí kunnu teir ikki undirmeta B36.

Dysturin millum B36 og Besiktas verður spældur í kvøld klokkan 19 á ovaravølli í Gundadali.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder