Annað

Besta úrslit nakrantíð: Føroyar vunnu Oyggjaleikirnar á Orknoyggjum

41 gullheiðursmerki, 31 silvurheiðursmerki og 23 bronsuheiðursmerki:. Samanlagt 95 føroysk heiðursmerki. Føroyar fóru veruliga frá Jersey á seinasta degnum og hava vunnið leikirnar fyri aðru ferð.

Oyggjaleikahópurin

Oyggjaleikahópurin

2025-07-18 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Samanlagt 95 heiðursmerki komu til høldar. Hetta sær út til at vera endaiga føroyska talið á Orknoyggjunum eftir eina frálíka viku.

[object Object]

Hetta eru 14 fleiri enn 2009, sum var metárið frammandunan.

Á Álandi endaðu Føroyar við 34 gull-, 23 silvur- og 24 bronsuheiðursmerkjum. Tað var eisini fyrstu ferð, at Føroyar vunnu oyggjaleikirnar samanlagt.

Nú, 16 ár seinni, hava føroyingar aftur gjørt tað: Hesaferð við einum uppaftur betri avriki

. Jersey var nær við í gullstríðnum, áðrenn hesin dagurin byrjaði, men  tað gjørdist sum so ikki so spennandi. Til tess vóru føroysku avrikini ov sannførandi. Ikki allar kappingarnar eru lidnar, men Jersey kann ikki fáa ellivu gull afturat.

Top-trý:

[object Object]

Skíggjamynd: orkney2025results.com/medal - har sæst eisini alt yvirlitið. Jersey fór 

Fríggjadagurin 18. juli, gjørdist glæsiligur við gullregni: Í liðkappingini í hálv-maraton, fimm av fimm gjørligum í badminton, fyrsta føroyska gullið í súkkling síðani 2017 (Súsanna Skylv) og fimm gull í fimleiki. Samanlagt 12 gull á seinasta degnum.

Umframt hetta eru onnur góð heiðursmerki komin í hús - millum annað í rennistafettunum

Júst fimleikurin gav heili 15 gullheiðursmerki hesa vikuna - her sæst yvirlit ítróttargrein fyri ítróttargrein

Í serliga fimleiki, frælsum ítrótti, bogaskjóting, svimjing og badminton í dag, hava føroyingar víst, at nógvir íðkarar hava stig til væl meira enn Oyggjaleikirnar.

Samanlagt eitt sterkt føroyskt avrik á einum leikum, har Føroyar vóru við í átta av tólv ítróttargreinum. Um tvey ár er tað okkara túrur at hýsa leikunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder