Mánadagin 30. mars fæst at vita, hvør maskotturin hjá Betri Oyggjaleikum er. Á torginum í SMS verður tónleikur, nýggi maskotturin og tey, sum hava teknað, skapt og navngivið
Á heysti í fjør komu næstan 500 uppskot um maskott inn til Betri Oyggjaleikir, tá ið teknikappingin til maskottin var fyriskipað. Burtur úr stóru rúgvuni valdi ein dómsnevnd ein maskott, sum nú verður avdúkaður fyri Føroya fólki.
Tey fýra, Filip, Bjarki, Jóhanna og Anna Lovisa úr Hoydølum, fara at syngja. Maskotturin sær tey, sum hava teknað, navngivið og skapt seg fyri fyrstu ferð, eins og tey seks samstørvini hjá Betri Oyggjaleikum bjóða okkurt leskiligt.
Skráin:
13.00 Vælkomin
13.05 Spírar úr Hoydølum syngja
13.15 Maskottar hjá samstørvunum vitja
13.25 Oyggjaleikamaskotturin avdúkaður
13.35 Vinnari av maskottkappingini upp á pallin
13.40 Navnavinnarar upp á pallin
13.45 Ung á klædnaatstøðisdeildini á Glasi á pallin
13.50 Spírar úr Hoydølum syngja
14.00 Ballónir og okkurt leskiligt frá samstørvunum hjá Betri Oyggjaleikum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald