Annað

Billard FM: Klaksvíkingar á odda

Frammanfyri Tvøroyri og Havnina.

Klaksvíkar Billardfelag1 á odda í FM kappingini fyri lið í billard. Kristian Sune Høgnesen og Urbanus Olsen manna liðið.  Mynd Jan Müller

Klaksvíkar Billardfelag1 á odda í FM kappingini fyri lið í billard. Kristian Sune Høgnesen og Urbanus Olsen manna liðið. Mynd Jan Müller

2024-02-10 09:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Nù føroyameistarakappingin í billard fyri lið er farin um fyrstu hálvuna er støðan tann, at Klaksvíkar Billardfelag1 við Kristian Suna Høgnesen og Urnanus Olsen  liggur á odda við 34 stigum. Í hølunum á teimum kemur Tvøroyrar Billardfelag1 við Páll Hera Nolsøe og Eyðun Svalbard  við 30 stigum, og bert tvey stig aftanfyri kemur Havnar Billardfelag1 við Jógvan Jørgensen og Per Hansen við 28 stigum. Lutvíst nýggja billardfelagið Skálafjarðar Billardfelag1 er á einum fjóðra plássi við 23 stigum. Eftir teir kemur Klaksvíkar Billardfelag2  somuleiðis við 23 stigum. Aftast í bestu deildini er Habi2 við 6 stigum. 

Kappingin í oddinum er sera jøvn og tí er ómøguligt at siga, hvør fer við gullinum í ár. Í fjør vann Havnar Billardfelag bæði gull og silvur. Í løtuni stendur kappingin so millum klaksvíkingar og tvøramenn við Havnar Billardfelag á einum triðjaplássi. Her kann tí nógv henda, nú fleiri dystir eru eftir at spæla. Øll liðini hava spælt seks dystir. 

Hyggja vit eftir meðaltalinum í eygum stendur Tvøroyrar Billardfelag seg best við 23,47 eygum í meðal. Næstur teimum er Havnar Billardfelag1 við 22,49 eygum og á triðja plássi Klaksvíkar Billardfelag1 við 21,08 eygum. 

[object Object]Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag hevur tað besta einstaka úrslitið nakrantíð í eini FM liðkapping við nærum 37 eygum í meðal. Mynd Jan Müller


Hyggja vit so nærri eftir einstøku spælarunum í kappingini, so er tað Páll Heri Nolsøe, sum liggur langt frammanfyri allar aðrar við 36,42 eygum í meðal, hvat er Føroyamet. Hansara besta meðal fyri ein einstakan dyst er 40,0 eygu í meðal. Næstur honum er Per Hansen úr Havnar Billardfelag við 23,56 eygum í meðal. 

[object Object]Per Hansen úr Havnar Billardfelag1, ið hevur næstbesta úrslitið í FM kappingini fyri lið. Mynd Jan Müller


Í 2.deild liggur Tvøroyrar Klubbi2 við tveimum gomlum veteranum, Max Rasmussen og Bjarna Thomsen á odda við 36 stigum og 11,09 í meðal. Nr. 2 er Billardfelag Fuglafjarðar1 við 31 stigum og 15,34 eygum í meðál. Nr. 3 er Havnar Billardfelag3 við 28 stigum og 12,29 eygum í meðal, nr. 4 er Havnar Billardfelag4 við 26 stigum og 11,47 i meðal, nr. 5 er Klaksvíkar Billardfelag3 við 17 stigum og 11.09 í meðal og nr. 6 er Tvøroyar Billardfelag3 við 6 stigum og 8,23 í meðal. 

[object Object]Max Rasmussen, sum saman við Bjarna Thomsen, eru á odda í 2. deild. 

Ì 3. deild er Havnar Billardfelag5 á odda við 56 stigum og 9,21 í meðal. Nr. 2 Klaksvíkar Billardfelag5 við 38 stigum og 6,91 í meðal, nr. 3 er Skálafjarðar Billardfelag3 við 35 stigum og 7,63 eygum, nr. 4 er Klaksvíkar Billardfelag4 við 30 eygum og 7,46 eygum, nr. 5 er Tvøroyrar Billardfelag4 við 17 stigum og 6,37 í meðal, nr. 6 er Billardfelag Fuglafjarðar2 við 14 stigum og 5,22 eygum og nr. 7 er Skálafjarðar Billardfelag3 við 10 stigum og 4,18 eygum í meðal. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder