
Valur tapti í síðstu viku fyri FH í 2. umfari í landskappingini. Dagin eftir fór Bjarni í Selvindi á sjúkrahús í Reykjavík at verða skurðviðgjørdur.
Hetta var tó ikki vegna nakað, sum hendi í dystinum dagin fyri. Bjarni í Selvindi hevur verið darvaður av trupulleikum í skotøkslini í eina tíð og fekk onkra sproytuinnspræning í summar.
Hetta hevur tó ikki hjápt nóg væl, og 23-ára gamli skálamaðurin fekk eisini ein stoyt í økslina í sigrinum á Stjarnuni í 1. umfari.
Síðani varð avgjørt, at føroyski bakspælarin skuldi undir skurð fyri at koma trupulleikanum til lívs.
Sambært venjaranum hjá Vali, Ágúst Jóhannsson, skal Bjarni í Selvindi sum útgangspunkt sita uttanfyri 4-6 vikur eftir skurðviðgerðina.
Harvið missir Valur ein týðandi spælara nú, men tað hevur meira at siga at fáa hann aftur í góðum standi, tá veturin kemur. Og at Bjarni er birgur inn í 2026.
Í mun til føroyska landsliðið merkir hetta, at Bjarni í Selvindi er nakað ivasamur til stóru Golden League-fyrireikingarkappingina í Noreg um mánaðarskifti oktober-november. Tá skulu Føroyar spæla ímóti Noreg, Niðurlondum og Danmark.
Keldur: handbolti.is og handkastid.net
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald