2026-08-13 19:32
Nú klokkan 20 byrjar dysturin millum Valur og GOG. Tá bresta landsliðsliðfelagararnir Óli Mittún, Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg saman.
Óli Mittún spælir við danska GOG og Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg spæla við íslendska meistaraliðnum Valur.
Til ber at keypa dystaratgongd í dag fyri 150 krónur nú tað bara er ein dystur. Hinar dagarnar tá tað eru tveir dystir er kostnaðurin annars 250 krónur.
Atgongumerki fæst við dyrnar ella á eventz.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald