Hondbóltur

Bjarta: Blívi altíð líka rørd til tjóðsangin - verður einki øðrvísi til mín seinasta heimadyst

Royni ikki at hugsa ov nógv um at hetta verður mín síðsti dansur við Tjarnir men heldur um at fáa so gott úrslit, so Føroyar sleppa til eitt endaspæl aftur. Hetta staðfestir royndi strikuspælarin, sum hesa vikuna spælir sínar seinastu landsdystir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-07 17:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

55 landsdystir, næstflest av øllum, drúgv og trúgv tænasta í fleiri ár men nú er við at vera liðugt.

Bjarta Osberg Johansen staðfesti fyri Portalinum í heyst, at hon fór at gevast á landsliðnum, tá hendan undankappingin er av. Og strikuspælarin er komið til sættis við tað.

Sí eisini: Landsliðskempurnar: Saman í menningini og í ógvuliga ymiskum støðum

[object Object]
Tær mest royndu á landsliðnum: Strikumakkararnir Bjarta Johansen og Pernille Brandenborg (Mynd: Sverri Egholm)

32-ára gamla Kyndils- og strikukempan staðfestir tó, at tað verður undarligt og kanska heldur kensluborið. 

Tó er Bjarta Johansen hugsavnað um, at Føroyar skulu fáa eitt so mikið gott úrslit móti Íslandi í morgin, at tað røkkur til endaspælspláss.

Frá Hoydølum til hondbóltsbrak (Myndir)

Føroyar og Ísland spæla møguliga avgerandi EM-undankappingardyst við Tjarnir í morgin, mikukvøldið 8. apríl klokkan 19. FM1 sendir frá klokkan 18, og Portalurin hevur eisini nógv tilfar.

Rakul og Maria: - Eru klárar at avgera alt í Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder