Bjarta Johansen var heiðrað fyri at hava spælt 50 landsdystir í EM hondbóltsdystum í gjárkvøldið, tá ið Føroyar spældu og vunnu ímóti Portugal við Tjarnir.
Landsdystur nummar 50 hjá Bjartu var í HM-endaspælinum í november í fjør - móti Paraguay - og í gjárkvøldið spældi hon landsdyst nummar 54 tilsamans.
Les eisini: Bjarta Johansen spældi dyst nummar 50 í søguligum sigri
Bjarta Johansen hevur spælt næstflest landsdystir av øllum á kvinnusíðuni. Bert Pernille Brandenborg hevur spælt fleiri - 57 sambært handballstatz.com.
![]()
Bjarta Johansen og Pernille Brandenborg - tær báðar við flest A-landsdystum fyri føroyska kvinnulandsliðið (Mynd: Sverri Egholm)
Bjarta hevur fyri kortum vunnið enn eitt steyp fyri Kyndil.
Eftir mong ár sum fastur strikuspælari á landsliðnum, fer 32-ára gamla Bjarta Johansen at gevast eftir hesa undankappingini.
Sí eisini: Bjarta Johansen: - Nú noyðist eg at spæla eitt ár afturat
Bjarta og Føroyar spæla aftur sunnudagin klokkan 17 í Porto. Tá kunnu tær so at siga tryggja HM-plássið. Portalurin og FM1 vera við á ferðini.
------------------------------------------------
EM-undankapping, bólkur 4
Mikudagin 4. mars við Tjarnir - 3. av seks umførunum
Føroyar - Portugal 25-21 (12-9)
Sí eisini: Verjuspælið og málverjin avgerandi - tóku pippið frá Portugal
Føroyskir málskjúttar
Lív Sveinbjørnsdóttir.Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5 (4)
Pernile Brandenborg 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Jana Mittún 3
Lív Bentsdóttir Zachariasen 2
Bjarta Osberg Johansen 1
Rannvá Olsen 1
Flest upplegg: Súna K. Hansen (6) - við vunnum brotskøstum
Bjargingar:
Rakul Wardum 14 (42 prosent) -Dagsins spælar)
Annika Fríðheim Petersen 1 (33 prosent)
Ísland vann óvæntað við einum máli á Montenegro í Hafnarfirði. Harvið er bólkurin uppaftur meira opin nú
Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig
Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisni víðari. Føroyar spæla í Portugal sunnudagin klokkan 17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald