Seinastu mongu árini, hevur hon nærum verið árligur gestur í steypafinaluni. Í fjør skaraði snildi strikuspælarin burturúr sum toppskjútti og tann besta á vøllinum, tá Kyndil við Tjarnir basti Neistanum.
Í kvøld var tað VÍF og Neistan, tað gekk útiyvir, tá Bjarta Johansen og Kyndil vísti styrki. Nummar 7 hjá Kyndli skaraði aftur framúr í miðverjuni og skoraði sítt av strikuni - hetta hóast ein fingur fór úr lið.
- Tað er ikki so gott, men ein skaði er ein skaði. Tað gongur nokk.
32-ára gamla stríðskvinnan hevur nú spælt sína steypafinalu, og er hetta sorgblítt og rørandi, staðfestir Bjarta, meðan hon hevur aðru dóttrina hjá sær.
Sí eisini: Landsliðskempurnar: Saman í menningini og í ógvuliga ymiskum støðum
![]()
Bjarta Johansen er tó bara takksom fyri, at hon hevur spælt so mikið nógvar steypafinalur, og so fegnast landsliðskempan um, at allar taka ábyrgd í dag.
- Tað er so stuttligt at síggja tær ungu í dag eisini...vit snøgt sagt seta VÍF uppá pláss.
Hoyr samrøðu ovast
-----------------------------
Faxe Kondi Steypafinalan hjá kvinnum 2026
VÍF - Kyndil 26-29 (9-13)
Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 4-6
15 min: 4-9
20 min: 6-10
25 min: 7-12
30 min: 9-13
35 min: 11-16
40 min: 14-19
45 min: 17-24
50 min: 20-25
55 min: 22-28
60 min: 26-29
Toppskjúttar:
Turið Arge Samuelsen 8 mál,
Ingibjørg Olsen 7 mál, Fríða Nolsøe Olsen 7 mál
Bjargingar:
VíF: Ida Mai Nielsen 7
Kyndil:
Gylta á Neystabø 13
Tomma Petersen 2
Sí eisini: Kyndil steypavinnari triðja árið á rað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald